Gilli fekk ein hálvleik

Føroyski landsliðsleikarin var við í ársins fyrsta venjingardysti hjá AaB.

AaB hevur í dag spælt sín fyrsta venjingardyst í nýggja árinum. Mótstøðuliðið var Hobro.


Dysturin endaði við 3-0-sigri til AaB eftir at støðan í hálvleikssteðginum var 2-0. Robert Kakeeto, Patrick Kristensen og Thomas Augustinussen stóðu fyri málunum.


AaB-venjarin, Lars Søndergaard, skifti alt liðið út í hálvleikssteðginum. Gilli Rólantsson loysti Jakob Ahlmann av og spældi seinna hálvleik á vinstra bakki.