Gilli gjørt sáttmála við AaB

Gilli Sørensen er nú alment skrásettur sum spælari hjá AaB

Føroyski U21 landsliðsliskiparin, Gilli Sørensen, hevur nú endaliga skift frá B36 til danska Superligafelagið, AaB. Tað skrivar heimasíðan hjá AaB.

 

Tað hevur leingi verið verið samband millum AaB og B36 um eitt skifti. Í summar vóru samráðingar líka til seinasta dagin áðrenn flytingar vindeygað lat aftur.

 

Les eisini: Skiftið hjá Gilla blívur av ongum

 

-       Bæði vit og Gilli hava síðani summar ynskt at fáa eina avtalu upp á pláss og vit eru fegnir um, at tað nú er ein veruleiki, sigur Allan Gaarde, ítróttarstjóri í AaB, og leggur afturat.

 

-       Gilli er ein spennandi spælari við nógvari ferð. Hann er avbjóðandi í sínum spæli og er kropsliga væl fyri. Vit trúgva upp á, at vit kunnu fáa nógv burtur úr hansara evnum, sigur fyrrverandi yrkisspælarin, Allan Gaarde.

 

Gilli Sørensen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við AaB.

 

Gilli Sørensen verður nú aftur liðfelagi við Hall Hansson, sum í gjár skorað eitt av málunum hjá føroyska landsliðnum, sum tapti 3-2 fyri Malta. Teir spældu eisini saman í skotska Aberdeen.

 

-       Eg fegnist um at hava fingið møguleikan í AaB og gleði meg at sleppa í gongd. Bæði Hallur, og Súni Olsen og Martin Pedersen, sum eg havi spælt saman við í B36, hava viðmælt AaB. Eg havi eisini bara góð orð at bera felagnum eftir royndarvenjing í summar.

 

Avtalan millum AaB og B36 merkir, at Gilli longu nú kann venja við AaB, sjálvt um hann ikki kann skift alment fyrr enn 1. januar. Sostatt kann hann heldur ikki spæla skrásettar dystir fyribils.

 

Prísurin fyri Gilla Sørensen, sum hevði sáttmála við B36 fyri komandi kappingarár, er áleið 150.000 krónur sambært keldum hjá in.fo.

 

Les eisini: So nógv kostar Gilli

 

Eitt skifti var eisini annað felag inni í myndini, en tað bleiv ikki til nakað.

 

Les eisini: Tvey feløg vilja hava Gilla