AaB, sum hevur Gilla Sørensen í hópinum, vann í dag donsku Superliguna í harðari kapping við FC Midtjylland, ið hevur Sonna Ragnar Nattestad í hópinum.
AaB spældi í dag málleysan javnleiki á útivølli móti FC Vestsjælland, meðan FC Midtjylland tapti 3-2 fyri FCK, sum framvegis kann stjala silvurheiðursmerkini frá FC Midtjylland í seinasta umfarinum.
Umframt Gilla Sørensen, so var Hallur Hansson í hópinum hjá AaB í fyrru hálvu av kappingarárinum, áðrenn hann í vetur skifti til Víking.
Hvørki Gilli Sørensen ella Hallur Hansson hava verið á vøllinum í Superliguni hetta kappingarárið. Gilli hevur tó spælt í steypakappingini.
AaB er í steypafinaluni, sum verður móti FCK.