Gilli og liðfelagarnir fingu javnleik við 10 monnum

Í heilan tíma spældi Brann Bergen við einum manni minni á útivølli í Sogndal

Gilli Rólantsson fekk fulla spælitíð, tá hann og liðfelagarnir í Brann Bergen á útivølli hjá gamla føroyingafelagnum, Sogndal spældi javnleik 0-0, sum merkir, at Brann Bergen liggur framvegis á øðrum plássi í norsku tippuliguni.

 

Longu tá 32 minuttir vóru farnir var kostarikanski verjuspælarin hjá Brann Bergen, Bismar Acosta vístur av vølli. Henrik Furuseth hjá heimaliðnum bleiv sligin av Bismar Acosta, og tað kundi bara enda við einum reyðum korti. Hóast teir spældu 10 ímóti 11 í ein heilan tíma eydnaðist tað Gilla Rólantssyni og liðfeløgunum at halda fast og bjarga sær eina stigið heimaftur til Bergen. Sambært Bergens Tidende var Gilli Rólantsson við í onkrum álopi hjá Brann Bergen, sum burdi givið størri úrtøku.

 

Í komandi umfari hevur Brann Bergen heimavøll ímóti botnliðnum Lillestrøm. Tann dysturin verður leiktur sunnudagin 16. oktober. Nú fer Gilli Rólantsson at gera klárt at fara við landsliðnum til Riga í Lettlandi, har HM-undankappingardystur skal spælast fríggjakvøldið 7. oktober klokkan 19.45.

 

Støðan í norsku tippuliguni : 

 

#
1 Rosenborg25195157 - 1762
2 Brann26136735 - 2245
3 Odds Ballklubb25126736 - 2842
4 FK Haugesund25117739 - 3540
5 Sarpsborg 0825116827 - 2939
6 Molde25115942 - 3938
7 Strømsgodset261061039 - 3836
8 Viking25106926 - 2936
9 Sogndal26811730 - 2935
10 Vålerenga25861133 - 3430
11 Bodø/Glimt26861234 - 3830
12 Tromsø25861130 - 3630
13 Aalesund25851234 - 4429
14 Stabæk26761330 - 3627
15 Lillestrøm26681240 - 4726
16 Start25191519 - 5012