Gilli tosar við donsk og ensk feløg

Dagarnir hjá føroyska landsliðsleikaranum í Brann eru um at vera taldir.

Í norsku Elitserien hevur hvørt liðið loyvi at hava níggju útlendingar, og í løtuni eru tað fleiri lið, ið stríðast við at fáa útlendingar á ella av liðnum. VG hevur greinað støðuna, og har eru tíðindi at frætta um ein føroying.


VG skrivar tað, sum in.fo eisini áður hevur skrivað – nevniliga tað, at Gilli Rólantsson helst er á veg úr Brann. Partarnir eru ikki blivnir samdir um ein nýggjan sáttmála, hevur Gilli sjálvur váttað fyri in.fo.


Norska blaðið sigur seg vita, at føroyski landsliðsleikarin tosar við bæði donsk og ensk feløg. VG nevnir tó ikki nøvnini á feløgunum, sum sigast at vera áhugað í føroyska landsliðsleikaranum.


Brann hevur eisini avloysaran kláran, um Gilli fer úr felagnum. Tað er Gilbert Koomson, ið teir, sambært VG, ætla sær at keypa úr Sogndal.