Gilli vann á Brandi

Eykaliðini hjá AaB og Randers FC hava í dag spælt

Føroysku landsliðsleikararnir, Gilli Rólantsson Sørensen og Brandur Hendriksson Olsen, sum í morgun vóru úttiknir til komandi landsdystin móti Ungarn av Lars Olsen, møttust í dag í innanhýsis dysti millum AaB og Randers FC.

 

Talan var um dyst fyri eykaliðini hjá báðum feløgunum, av tí at hvørgin av teimum fekk spælitíð á besta liðnum um vikuskiftið.

 

Tað vóru gestirnir úr AaB, ið drógu longra stráðið í dystinum, tí AaB vann dystin 1-0.

 

Einsamalla málið í dystinum kom ein minutt áðrenn hálvleik, tá Sebastian Grønning legði AaB á odda.

 

Á heimasíðuni hjá bæði AaB og Randers stendur, at Gilli Rólantsson Sørensen og Brandur Hendriksson Olsen høvdu møguleikar til at skora fyri síni lið. Brandur hevði størsta møguleikan hjá Randers í dystinum, tá hann høvdaði beint framvið málinum í seinna hálvleiki, meðan Gilli Sørensen var nær við at smekka eitt langskot í málhornið í fyrra hálvleiki.

 

Teir spældu báðir allar 90 minuttirnar á vøllinum.