Gilli vil hava Jóan Símun til Odd

Í samrøðu við norskar miðlar hevur Gilli Rólantsson selt Jóan Símun Edmundsson og aðrar føroyskar spælarar til Odd í Norra

Føroyski landsliðsspælarin, Gilli Rólantsson, hevur í norska miðlinum Telemarksavisa ráðgivið felagnum hjá sær, Odd, at keypa Jóan Símun Edmundsson og aðarar ungar føroyskar spælarar.

 

- Jóan Símun er nokk besti spælarin vit hava havt seinastu tjúgu árini. Eg havi fortalt honum hvussu felagið riggar og eg havi sagt við Odd at teir burdu keypt hann. Tað havi eg fortalt øllum spælarunum á føroyska landsliðnum, sigur Gilli Rólantsson.

 

Gilli leggur afturat, at sum hann veit, so er Jóan Símun Edmundsson til at fáa fatur á. Jóan Símun hevur sagt við FM1 og In.fo, at tað nokk var ein feilur at halda fram í Beveren, tá hann fær so lítið av spælitíð.

 

Ítróttarstjórin í Odd, Morten Rønningen, váttar fyri ta.no at hann hevur tosað við Gilla Rólantsson um Jóan Símun Edmundsson. Morten Rønningen sigur eisini, at hann hevur hugt næri at toftamanninum, sum skoraði móti Turkalandi.

 

So er spurningurin um orðini hjá Gilla Rólantssyni eru nokk til, at Odd velur at satsa upp á Jóan Símun Edmundsson.