Leikurin er sera skemtiligur og sera tragiskur, tí at hann nemur við nøkur tabuevni, ið vanliga verða sópa undir húsateppið sum almenn teppið. Hetta vælsignaða orðið VAGINA, er nakað galið við tí? Nei og jú. Eve Ensler gevur vaginuni lív, ger hana til eina hugsandi gøgn, eina talandi gøgn, og tað er tað sama sum verður sagt um eitt hjarta - at eitt hjarta hugsar, talar, er rationelt. So reint logiskt eru bæði ósonn. Ein vagina kann ikki snakka, hugsa, rópa og tað kann eitt hjarta heldur ikki, men fyri at sleppa undan at siga tað vit sjálvi hugsa, so geva vit øðrum kropslutum, enn heilanum, eina rødd. Ginusøgurnar er ein forsvarstala um eitt tabuevni, eins og kjakið um samkynd er vorið ein forsvarstala um Guds orð og ein menniskjaligan rætt at vera sum tú nú einaferð er. Ginusøgurnar enda við einari talu um hjarta og vaginuna. Vaginan fyrigevur, hon opnar seg, tekur ímóti, eins og hjartað ger tað, men vaginan kann nakað, sum hjartað ikki kann, og tað er at geva lív - hetta náttúrliga, at føra ættina víðari.
Í kjakinum, sum eftir mínum tykki er á so lágum støði, verður tosa um tað náttúrliga og tað ónáttúrliga. At vera samkyndur, verður lýst sum nakað ónáttúrligt. Eg kenni nógv samkynd og eg síggi tey sum minst líka náttúrlig sum tey, ið ikki eru tað. Men fyrst, hvat er náttúrligt og hvat er ónátturligt. Náttúrligt, tað vil siga at tað finst í náttúruni, og vit eru ein partur av náttúruni. Áðurnevnda føðing er náttúrlig, at drepa er náttúrligt (tí tað verður gjørt í náttúruni). Ónáttúrligt er at gera reagensglasbørn, at svimja á vágni hvønn morgun árið kring, at fáa nýtt hjarta og at flúgva upp á mánan. Skulu vit sleppa øllum vísindaligum framstigi, bara tí at hetta ikki er náttúrligt? Nei, tað haldi eg ikki.
Vit hava skapt okkara egnu náttúru, sum eitur sivilisatiónin, og hon er ikki komin av sær sjálvari. Her er tað náttúrliga og tað ónáttúrliga runnið saman. Í einum siviliseraðum samfelag er tað náttútligt at vera samkyndur, at vera menningartarnaður, at vera sinnissjúkur tí at samfelagið eigur at geva hesum sømdir at liva sum menniskju.
Fyri einum túsund árum síðani vóru politikkur og átrúnaður tengd at hvørjum øðrum. Síðani kom humanisman uppí leikin og skilti hesi bæði at. Politikarar vórðu fólkavaldir; demokratiið kom uppí leikin, meðan átrúnaður handlaði um persónligar sannføringar. Í Føroyum vísir tað seg, at humanisman ikki hevur megnað at skilt hesi at. Politikarar, serliga í Miðflokkinum og í pørtum av Fólkaflokkinum taka sínar avgerðir útfrá einum sokallaðum ?kristiligum grundarlagi.? Tað eru menniskjarættindini hjá Amnesti International eisini, og har stendur í grein 18 at ?Øll hava rættin til tanka-, samvitsku- og trúðarfrælsið.? Og í grein 19 at ?Øll hava rættin til egnu meiningar, talu- og skrivifrælsið.? Vit kunnu ikki kasta øll hesi rættindi fyri borð, tað er upp til landsins kosnu menn at verja rættindini hjá øllum: kristnum, samkyndum, ginufjepparum, gudsnoktarum, orðblindum, stamarum, teimum sum sita í koyristóli, sinnisveikum, barnakonum, børnum, ja, øllum sum í samfelagnum liva. Vit eru øll so ymisk, hava øll okkara veikleikar og styrki, men vit mugu ikki brúka veikleikarnar at vísa á okkara styrki, heldur brúka styrkina at vísa á veikleikarnar.
Eg kann siga eina lítla søgu móti endanum. Eg var í kirkju í Reykjavík, har ein svenskur prestur helt eina prædikku um ein transvestitt úr San Francisco, ið var komin illa fyri. Hann prostitueraði seg, var rúsevnismisnýtari, tá ið ein amerikanskur prestur tók henda persónin til sína meinigheit, hjálpti honum burturúr rúsevnismisnýtsluni, men lat hann vera transvestit. Persónurin gjørdist hjálpari í meinigheit hansara. At enda segði tann svenski presturin, at óansæð hvussu vit menniskju uppfata hvønn annan, so eru vit eins í Guds eygum. Eg hugsaði við mær sjálvum tá ið fór út aftur, ?Hví hava vit ikki ein sovorðnan Gud í Føroyum, sum ikki sær mun á hvussu menniskjan er samansett.? Meir eg hugsaði um hetta varnaðist eg, at vit kanska hava ein slíkan Gud, men vit hava bara nøkur menniskju, sum hála partar av bók hansara og brúka teir til at gera samfelagið einshugsandi, einstrúgvandi og einslitt. Hesi eru so upptikin av at hugsa um sína egnu støðu eftir deyðan, at tey gloyma at verja menniskju hvussu ymisk tey nú einaferð eru. Hetta sæst aftur í kjakinum. Ginusøgurnar eru ein framúrskarandi leikur, vælspældur eisini, um kvinnulagnur, sum til dømis neyðtøkur, lesbiskar upplivingar, upplivingar saman við manni, um seksualitet í breiðum týdningi. Allar kvinnur hava eina ginu og tað eigur ikki at vera nøkur skomm, meðan ein út av tíggju eru samkynd, so vit áttu øll at verið so heldig at kent ein samkyndan. Tíggju prosent, tað eru knappir fýra tingmenn.