svimjing
Tær báðar Elspa Mørkøre frá Skeggjum og Poula Ø.Mohr frá Fuglafjarðar Svimjifelag gjørdu ikki mætari enn at taka 3 nýggj føroysk bólkamet til sín í part um vikuskiftið. Vert er at leggja merki til at fimm av hesum metum eru 7 til 9ára gomul.
Elspa, sum svimur í bólki trý, setti síni met í 100 metra frísvimjing við 1.04,78 (gamla metið var 1.06,42, 200 metra rygg við 2.37,86 (2.43,66) og í 100 metra rygg við 1.13,63 (1.15,10).
Hjá Poulu vórðu metini sett í bólki eitt í 100 metra frí, 1.004,78 (1.06,42), 100 metra rygg í 1.47,46 (2.04,60) og í 100 metra bringusvimjing, har hon hevði tíðina 2.07,44 mótvegis gamla metinum á 2.08,17.
Natalia Reinhardt frá Ægir ognaði sær silvur nálina við at svimja 100m frí við tíðini 1.05.70, meðan Inga Weihe og Weronika Popczynska frá Skeggjum ognaðu sær bronsunálina.
Samlaða býtið av heiðursmerkjum var soleiðis:
GullSilvurBronsa
1Havnar Svimjifelag241518
2Skeggjar382
3Fuglafjarðar Svimjifelag337
4Flot333
5Ægir221
Vágs Svimjifelag vann ongar medaljir á hesum sinni, og Reki og TS luttóku ikki.