Geri Halliwell royndi at provokera, men tað vóru Tom Jones, Macy Gray, Robbie Williams og Travis, ið vóru teir stóru sigursharrarnir, tá bretski tónleikaídnaðurin næstseinasta fríggakvøld læt tær árligu Brit Award virðislønirnar.
Earls Court í London, var karmur um tað árligu Brit Award virðislønarhandanina næstseinasta fríggjakvøld. Ein hópur av teimum kendastu nøvnunum á enska tónleikapallinum vóru møtt upp til hesa hátíðarløtuna, antin fyri at vera heiðraði ella hoyrd, og onkur helst eisini bara fyri at vera sædd. Sum vanligt er til tílík kvøld, so hendur eitt og annað spennandi, Brit Awards 2000 var í so máta einki undantak.
Eitt av hæddarpunktunum á kvøldinum var tá tann nú 59 ára gamli rokk-abbin Tom Jones var róptur upp á pallin at taka ímóti virðislønini fyri at vera besti enski sangari. Tom Jones vann henda heiður fyri nøsini á so frægum monnum sum Sting, David Bowie og Van Morrison. Tom Jones hevur seinasta árið rættuliga gjørt um seg við eini útgávu nevnd Reload, har hann syngur saman við einum hópi av kendum sangarum og bólkum. Sangurin Sexbomb sum er tikin av hesi útgávu hevur verið rættuliga nógv at hoyrt her heima seinastu tíðina.
Virðislønin fyri besta bólk og bestu útgávu fóru til Travis sum við síni útgávu av The man who.... rættuliga hava sligið sítt navn fast sum eitt av mest spennandi ensku nøvnunum í dag. Stílurin hjá Travis er rættuliga enskur, og kann nokk best lýsast sum ein blanding av Oasis og Radiohead.
Eitt annað navn ið eisini slapp at bera tvær av teimum nógv ynsktu Brit Award virðislønunum heim við sær aftur, var amerikanska songkvinnan Macy Gray. Hon hevur við síni serligu rødd rættuliga vunnið seg fram seinasta árið, og útgávan hjá henni sum ber heitið Macy Gray On How Life Is er rættuliga væl dámt av ummælarum. Enska tónleikatíðarritið Q magazine vóru tó ikki alt ov fittir tá teir royndu at siga lesarum sínum hvussu hon ljóðaði. ?Hon syngur sum hevur hon svølgt ein frosk? vóru orðini hjá enska blaðmanninum. Alt hetta forðaði tó ikki henní í at strúka avstað við virðislønunum fyri besta alltjóða sangara og besta nýggja alltjóða navn.
Fyrrverandi Take That drongurin Robbie Williams hevur síðani hann rýmdi úr Take That ikki ligið á teirri lætu síðuni. Eftir at hava verið í viðger fyri rúsevnismisnýstlu fekk hann rættuliga gongd á yrkisleiðina aftur. Tvær útgávur er tað blivið til higartil. Tað var ein sangur av teirri seinnu sum gjørdu vart við seg til Brit Awards hesaferð. Lagið ?She?s The One? streyk avstað við tveimum virðislønum, ávíkavist fyri bestu stakfløgu og besta videolag.
Outstanding Contribution To British Music, er heitið á einari virðisløn, sum verður latin hvørt ár tá Brit Award virðislønirnar vera handaðar. Í ár vóru tað Spice Girls, sum fingu henda heiður, sum fyrr er fallin nøvnum sum Fleetwood Mac og Eurythmics í lut. Stórur spenningur var hetta kvøldið um tann fyrrverandi kryddara gentan Geri Halliwell fór at møta upp saman við gomlu vinkonunum. Men tey ið høvdu vóna hetta vóru øll skuffaði. Í staðin fyri trein hon pallin einsamøll. Hon var eitt av nøvnunum sum slapp at framføra eitt lag hetta kvøldið. Framførðslan hjá henni spældi ikki heilt stilligsliga av, tí at á pallinum hevði hon eitt stórt skelti við áskriftini ?Girl Powder? ein niðurgerð av slagorðunum hjá Spice Girls, ?Girl Power?.
Tað var ikki bara Geri Halliwell sum hevði hug at gera um seg hetta kvøldið, eisini Robbie Williams nýtti høvi at øsa Liam Gallagher úr Oasis, tá Robbie Williams í aðrari takkarrøðuni hjá sær, stillaði seg at herma eftir Liam Gallagher. Tað ljóðar eisini, at á veitsluni sum var hildin aftana heiðurlønarhandanina mundu hesir somu farið til hendurs.
Ógvusligasta hendingin sum fór fram á pallinum hetta kvøldið var tá gamli libertinarin og guitaristurin í Rolling Stones, Ron Wood, fór til hendurs við ein av plátuvendarunum. Eftir at hava keglast eina løtu við plátuvendararan endaði tað við at Ron Wood stoytti glasið hann hevði í hondini beint í høvdið á plátuvendaranum. Endin var at trygdarvørar komu upp í leikin og drógu plátuvendaran av pallinum áðrenn nakað álvarasamari hendi. Sig so at bretar altíð eru so keðiligir.