Fólk tosa nógv um, at genturnar í bólkinum Girls Aloud eru ov klænar, og tað eru genturnar als ikki glaðar fyri. ? Eg verði svøk av at lesa um vektina á fólki. Fólk royna at leggja eitt trýst á okkum, men tað eru ikki vit, ið leggja dent á tað. Summar av okkum eru klænar, men vit eru allar sunnar. Vit eta faktisk allar nógv, fortelur Kimberly Walsh. Sarah Harding leggur afturat, at hon altíð verður noydd at verja seg sjálva, og at trupulleikin stendst av, at tær allar eru so erligar. Tær taka allar uppá um veturin og tapa tað aftur um summarið, tá tær framføra sera nógv.
Nicola Roberts hevur altíð verið kløn, sum er nakað, hon ikki er glað fyri. Hon sigur, at tað er líka ringt at vera kallaður klænur sum ov tungur.