JAVNI er felagið hjá menningartarnaðum og teirra familjum.
At verða menningartarnaður hevur við sær, at ein tørvar stuðul í meira ella minni mun - bæði frá samfelagnum og teimum nærmastu.
Her er tað, at Javni eftir førimuni og á ymsan hátt hevur stuðlað nú ígjøgnum 29 ár.
Og Javni heldur áfram so leingi, sum ikki øll menningartarnað hava fingið sín tørv nøktaðan.
Samstundis sum vit takka fyri dyggan stuðul farin ár, fara vit aftur í ár at geva einstaklingum, feløgum og stovnum møguleika at stuðla felagsins arbeiði við teimum girokortum við lutaseðlum á, vit í hesum døgum hava sent í hvørt hús.
Eisini ber til at stuðla Javna við at tekna seg sum lim í felagnum. Ein og hvør kann verða stuðul hjá Javna, við at verða limur.