Agam Berger (20), Arbel Yehoud (29) og Gadi Moshe Mozes (80), verða saman við fimm thailenskum gíslum leyslatin í dag.
Hetta verður sambært vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og Hamas gjørt samstundis, sum 110 palestinskir fangar í ísraelskum fongslum verða leyslatnir.
Reuters veit í morgun at siga, at Reyði Krossur kom til Khan Younis har suðuri í Gazageiranum, áðrenn gíslarnir vórðu leyslatnir.
Sagt verður, at limir í Hamas, Islamisk Jihad og PRC eisini vóru á staðnum undir leyslatingini, siga Hamas-keldur og vitnir við Reuters.
Nakað eftir klokkan 9 lokala tíð vístu myndir og video-upptøkur, at gíslarnir vórðu leyslatnir til Reyða Kross, veit tíðindastovan AFP at siga.
Ísraelsku myndugleikarnir hava í morgun váttað leyslatingina. Greitt er ikki, hvørjir thailendsku gíslarnir eru, sum eru leyslatnir.
##med2##