Klokkan 17 í morgin byrjar áttandapartsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum Giza/Hoyvík úr 2. deild og EB/Streymi úr effodeildini. Fyri fólk flest er talan um ein avgreiðsluspurning hjá EB/Streymi. Men soleiðis síggja teir ikki uppá tað hjá Giza/Hoyvík.
Vit rendu okkum inn í formannin í Giza/Hoyvík, Andrass Thomsen fyrr í dag, og hann er sera bjartskygdur um, at Giza/Hoyvík vinnur seg víðari í kappingini.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til hoyra Andrass Thomsen koma við einum sensasjónstippi uppá dystin í morgin.