Í Fraklandi hevur ein 47 áta gomul kvinna viðgingið, at hon kvaldi átta av sínum egnu børnum, meðan tey vóru nýføðingar. Hon hevur eisini viðgingið, at hon fjaldi líkini í einari bygd har norðuri í landinum.
Kvinnan og maður hennara, sum er sum sama aldur, vórðu tikin fyrradagin, tá líkini av børnunum vórðu funnin í plastikkposum í tveimum støðum í bygdini Villers-au-Tertre, sum er 200 kilometrar norðan fyri París.
Tann 47 ára gamla Dominique Cottrez, sum er sjúkrahjálpari, viðgekk at kalla beinanvegin fyri løgregluni, at hon hevði gjørt av við tvey av sínum egnu børnum, beint eftir at tey vórðu fødd fyri tíggju árum síðani. Seinni viðgekk hon, at seks onnur børn, sum hon hevði átt, høvdu fingið somu lagnu.
Formliga er kvinnan nú ákærd fyri dráp eftir teirri serligu regluni um, at offur hennara vóru niðan fyri 15 ár.
Kvinnan heldur uppá, at maður hennara visti einki.