Tann 14. mars tapti tann konservativi flokkurin tjóðartingsvalið í Spania, og tí noyðist José María Aznar at leggja frá sær sum forsætisráðharri.
Eftir valið eru nógvir eygleiðarar komnir til ta niðurstøðu, at tað var tann treytaleysi spanski stuðulin til amerikanska álopið á Irak, sum feldi stjórnina, og at stuðulin var ein av orsøkunum til ta blóðugu atsóknina í Madrid, sum kostaði 202 mannalív.
Men José María Aznar iðrar seg ikki um avgerðina at stuðla USA.
- Eg eri stoltur av tí, sum eg gjørdi. Sjálvandi harmist eg tað, sum hendi í Madrid, men mín samvitska er rein, segði Aznar í samrøðu við sjónvarpið Telecinco fyrrakvøldið. Hann legði afturat, at eftir hansara tykki er heimurin tryggari at liva í, nú Saddam Hussein er rikin frá.
- Tí var eg til reiðar at stuðla krígnum. Vit gjørdu tað, sum var neyðugt, segði Aznar. Hann duldi ikki fyri, at hann heldur avgerðina hjá eftirmanni sínum at taka teir 1.300 sponsku hermenninar úr Irak vera eitt mistak.