– Tann 1. desember í 1986 byrjaði Heilbrigdið sítt virksemið í Føroyum, og nú 20 ár seinni fæst sjón fyri søgn. Tað góða træið ber góða frukt og ringa træið ber onga frukt. Tað er Ingi Mohr, leiðarin á Heilbrigdinum, sum greiðir frá.
Í dag fyllir viðgerðarstovnurin á Velbastað 20 ár sambært leiðaranum har, hevur Heilbrigdið havt stóran týdning fyri Føroyar og føroyska samfelagið.
3700 innleggingar
– Í dag hava vit havt til samans umleið 3700 innleggingar á Heilbrigdinum, sigur Ingi Mohr. Av hesum eru sjálvandi ikki øll 3700, sum gerast edrú, hóast tað hevði verið ynskiligt, men umleið tveir triðingar av teimum, sum koma í viðgerð á Heilbrigdinum gerast rúsfrí.
– Eftir sína fyrstu viðgerð koma gerast 50 prosent edrú. So eru nøkur prosent aftrat, sum leggja av eftir fleiri viðgerðir, so samlaða talið er um 66 prosent, veit Ingi Mohr at siga, og leggur so aftrat, at úrslitini seinnu árini gerast alsamt betri.
Hjálpt 8000 fólkum
Heilbrigdið hevur hjálpt mongum alkoholikara til at sleppa burtur úr trupulleikum sínum. Og hjálpir tú einum alkoholikara, so hjálpir tú eisini avvarðandi hjá honum.
– Tað hevur stóra ávirkan á so mong, tá ein gerst edrúur, tí tað eru so nógv, ið líða undir at ein av teirra nærmastu drekkur. Hjálpir tú einum alkoholikara, hjálpir tú samstundis eisini fleiri av hansara nærmastu, og tilsamans meta vit, at vit hava givið 8000 fólkum eina betri lívsgóðsku, sigur Ingi Mohr.
Alkoholisma drepur mest
Heilbrigdið er tó ikki einasti viðgerðarstovnurin í Føroyum. Tí taka nakrir misnýtarar møguliga av tilboði frá øðrum viðgerðarstovnum her, men fyri restina, sum framhaldandi liva eitt lív sum aktivir alkoholikarar, er lagnan hørð. Ingi Mohr er eirindaleysur:
– Teir, sum framhaldandi liva eitt lív sum aktivir alkoholikarar doyggja, tá teir eru millum 48 og 56 ár. Tað veit eg av royndum. Og tað er ikki av livrasjúku ella øðrum sjúkum, vit vanliga seta í samband við alkoholismu. Teir doyggja av hjartastop, sigur Ingi Mohr. Hann heldur, at samfelagsliga drepur alkoholisma meiri enn nøkur onnur sjúka – bæði beinleiðis og óbeinleiðis.
Ikki skomm longur
Á stórum merkisdøgum verður ofta hugt aftur um bak, og vit spyrja Inga Mohr hvørjar broytingar hava merkt stovnin hesi 20 árini hann hevur virkað.
– Samfelagið hevur fingið ein øðrvísi hugburð mótvegis alkoholismu. Nú er fatanin ikki neyðturviliga, at alkoholikarar eru neyðardýr. Tey eru menniskjur, sum tørva hjálp.
– Tað er ikki skomm, at vera alkoholikari, men tað er skomm at oyðileggja lívið við alkoholi. At fara í viðgerð er klókskapur, sigur Ingi Mohr.
Hann vísir eisini á, at samfelagsliga og fíggjarliga hevur tað stóran týdning, at alkoholikarar koma burtur úr trupulleikum sínum.
– Tað hevur veldigan týdning. Alkoholikarar, sum hava lagt av, eru ikki longur ein byrða fyri samfelagið. Teir eru ein stuðul fyri samfelagið, og eru við at forma tað á ein positivan hátt, sigur Ingi Mohr.
Júst tað, at flyta seg frá at vera ein byrða til ein stuðul er ein kollveltandi broyting. Heilbrigdið sigur eisini í slagorðið sínum, at teir eru brúgvin til lívið.
– Vit byggja brýr millum avnoktan og veruleika. Tað er við at viðganga veikleikar, at vit gerast sterk, heldur Ingi Mohr fyri.