Gjalda nú fólki pengar fyri at taka oljufýr niður

Frá í dag at rokna ber tl at søkja um stuðul til at taka oljufýr niður.

Treytin fyri at fáa stuðul er, at lagt verður um til elrikna hitapumpuskipan ella at bundið verður í fjarhitaskipan. Stuðulsupphæddin verður 6.000 kr. fyri hvørja burturbeinda oljufýring.

 

– Uppgávan at fremja grøna orkuskiftið og seta bindandi veðurlagsmál er ein tann týdningarmiklasta hjá samgonguni. Og nú taka vit enn eitt stig av mongum, við at stuðla niðurtøku av oljufýr. Eg vóni við hesum, at enn fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, í tíðindaskrivi í morgun.

 

Umframt at vera enn ein fíggjarlig hjálp til grønu umleggingina, skal stuðulin fyribyrgja, at gamlar oljufýringar verða seldar víðari og harvið seinka umleggingina til grønar orkuloysnir í síni heild.

 

Tað hevur verið vanligt seinastu tíðina at síggja fólk lýsa til sølu brúktar oljufýringar, tí tey hava fingið sær aðra orkukeldu. Tað verður ikki soleiðis, at fólk kunnu selja gomlu oljufýringina og fáa stuðul, tí ein treyt fyri at fáa stuðulin er, at gamla oljufýringin verður burturbeind á góðkendum burturbeiningarstað, t.e. á móttøkustaði hjá IRF ella á Kommunalu Brennistøðini.

 

##med2##

 

Onnur treyt er, at tá søkt verður um stuðulin skal einn vátta um burturbeining av oljufýri frá IRF ella Kommunalu Brennistøðini verða viðløgd, eins og ein váttan frá góðkendum hitapumpuinstallatøri, at lagt er um til elrikna hitapumpuskipan, ella váttan frá fjarhitafelag um, at íbundið verður í góðkenda fjarhitaskipan.

 

Stuðulin er 6.000 krónur, og hann verður bara latin fyri burturbeining av oljufýrskipanum eftir 1. juli 2023, tað vil siga frá í dag at rokna.

 

 

 

Reglugerðin fyri stuðulsskipanina er at finna her.

 

Nærri kunning fæst við at venda sær til Umhvørvisstovuna, sum fer at umsita stuðulsskipanina.

 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum