Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 255 kr. um mánaðin frá 1. januar 2024. Tað svarar til eina hækking á 4,2% soleiðis at eftirlønin fer frá 6.070 kr. um mánaðin í 2023 til 6.325 kr. um mánaðin í 2024. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 75.900 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2024.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2022 vóru útgoldnar 648 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2023 er mett til umleið 675 mió. kr. mió. kr. og til 740 mió. kr. í 2024.
Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo