Væntaða rentuhækkingin og seinastu lyklatølini úr Amerika, sum hava víst, at vøksturin framhaldandi er stórur, gera tað meiri áhugavert at gera íløgur í Amerika samanborið við Evropa. Hetta hevur styrkt munandi um dollaran, sum hósdagin í undafarnu viku varð sterkari enn evran, og síðani er hækkaður enn meiri. Amerikanski dollarin hevur ikki bara sett met mótvegis evruni, men um samanborið verður við D-markin, er amerikanski dollarin nú tað sterkasta, hann hevur verið í 10? ár. Amerikanski dollarin kundi í dag á middegi keypast fyri 767,91 móti 741,17 fyri viku síðani.