Gjaldskipanir skulu ikki stinga seg upp í smáu bygdunum

- Øll skulu kenna seg vælkomin í kommununi og hava javnbjóðis møguleikar at njóta náttúruperlurnar. Tað stendur øllum frítt at menna inntøkuskapandi tilboð og tænastur, siga tey í Sunda kommunu, sum Saksun er partur av.

Í Sunda kommunu hava tey eina rættiliga nýggja og dagførda ferðavinnuætlan fyri bygdirnar og økini í kommununi.

 

Eingi neyv hagtøl eru fyri, hvussu nógv ferðafólk vitja í Sunda kommunu og soleiðis heldur ikki í Saksun, sum er ein av vakrastu smábygdum í kommununi.

 

Men, sambært einari Gallup-kanning hjá Visit Faroe Island, sum varð gjørd á sumri í 2018 – ella fyri skjótt fimm árum síðan – sæst, at tríggjar av perlunum í kommununi, Gjógv, Saksun og Tjørnuvík, eru millum best umtóktu ferðamál í Føroyum.

 

 

 

Ferðslan í Dalinum

 

Sambært teimum spurdu útlendsku ferðafólkunum, sum vitjaðu í Føroyum hetta árið, høvdu 57,8 prosent vitjað í Saksun.

 

Teljingar av ferðsluni, sum Landsverk ger, vísa, at ferðslan á Saksunarvegum er størst í juni, juli og august, sum eisini er háarstíð í ferðavinnuni.

 

Fara vit aftur um koronu-tíðina, sæst, at bæði í 2018 g 2019 koyrdu í miðal fleiri enn 350 akfør á Saksunarvegnum um samdøgrið í juli.

 

Til samanburðar kann nevnast, at í juli mánaði í 2021 koyrdu í miðal 266 akfør á Saksunarvegnum um samdøgrið.

 

Sagt verður, at ferðslan í lágárstíð – ella í desember, januar og februar – liggur um 50 akfør um samdøgrið.

 

Men, tað eru ikki bara útlendingar, sum vitja í Saksun gjøgnum eitt ár.

 

Góðveðursdagar um summarið koyra eisini nógvir føroyingar eftir Saksunarvegnum.

 

##med2##

 

Skelting í Saksun

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at hóast fólk í Saksun í stóran mun hava vant seg við ferðafólkini, halda nógv, at tað virkar trongligt eftir vegnum og í bygdini, tá her eru so nógvir bilar og fólk, sum spyrja um ymiskt, og nógvar myndir verða tiknar.

 

Slíkt kann vera troyttandi í longdini, og bøndur fýlast eisini á, at bøurin, sum skal sláast, stundum verður traðkaður niður.

 

Tí er neyðugt við skeltum og vegleiðingum um at virða privatlívið hjá fólki og virksemið á staðnum.

 

Í Sunda kommunu halda tey ikki, at kunning og leiðreglur um eitt nú Saksun koma nóg týðiliga fram á bygdaskeltunum, og tí eru eisini onnur skelti sett upp í bygdini.

 

Tað skal ikki vera neyðugt hjá ferðafólki at leita eftir skeltunum inni í bygdini, tí tá verður órógvað óneyðuga nógv millum húsini.

 

Sum skilst, hevur tað bøtt um støðuna, at nøkur skelti eru sett upp í býlingunum í Saksun, har víst verður á, at ávísir vegir ikki eru ætlaðir til almenna ferðslu, men at hetta eru vegir til bústaðir hjá privatfólki

 

##med3##

 

Gjaldsskipanir ørkymla

 

Í ferðavinnuætlanini hjá Sunda kommunu verður eisini víst á, at jarðeigarar og festarar av hagum kring landið seinnu árini hava ásett gjald fyri atgongd til ávísar hagar og økir.

 

Í summum førum er gjaldið bara galdandi fyri útlendsk ferðafólk, men í øðrum førum fyri øll ferðandi.

 

Í Saksun hevur eisini verið er eitt gjaldsportur, har øll, sum ætlaðu sær oman á lónna, skuldu rinda 75 krónur – og við Gjógv hevur verið kravt eitt gjald á 50 krónur fyri at ganga niðan á Barm.

 

Sunda kommuna heldur, at ymisku gjaldsskipaninar elva til ørkymlan, bæði hjá føroyingum og ferðavinnuni sum heild, og á hinari síðuni ørkymlar nógva gongdin í haganum eisini tey, sum varða av hagunum.

 

Kommunan heldur, at tørvur er á einum tíðarhóskandi lógarverki um náttúruvernd og atgongd til náttúruna, sum verjir okkara náttúru og tryggjar javnvág millum atgongd til náttúruna og virksemið í haganum.

 

Hetta er ein landspolitisk uppgáva, sum krevur eina loysn.

 

 

 

Inntøkuskapandi tilboð

 

Sambært ferðavinnuætlanini fyri Sunda kommunu, tekur kommunan ikki undir við gjaldsskipanum, sum stinga seg upp í kommununi.  

 

- Øll skulu kenna seg vælkomin og hava javnbjóðis møguleikar at njóta náttúruperlurnar, halda tey í Sunda kommunu.

 

Í ferðavinnuætlanini fyri kommununa verður víst á, at tað stendur øllum frítt at menna inntøkuskapandi tilboð og tænastur við eitt nú at skipa fyri túrum, veita matpakkar og aðrar hentleikar til ferðafólk.

 

 

 

Myndatekstur: (Stór mynd úr Saksun... )

 

 

 

Í Saksun er neyðugt við skeltum og vegleiðingum um at virða privatlívið hjá fólki og virksemið á staðnum

 

 

 

 

 

Sitat...

 

 

 

“Tørvur er á einum tíðarhóskandi lógarverki um náttúruvernd og atgongd til náttúruna...”

 

...

 

 

 

Sitat...

 

 

 

“Ymisku gjaldsskipaninar elva til ørkymlan, bæði hjá føroyingum og ferðavinnuni sum heild...”

 

...

 

 

 

Í Saksun er neyðugt við skeltum og vegleiðingum um at virða privatlívið hjá fólki og virksemið á staðnum