Ukrainski sendiharrin í Danmark, Vydoinyk Mykhailo, legði ikki fingrarnar í millum, tá hann varð spurdur, um tiltøk hjá Føroyum gera nakran mun í russiska krígnum í Ukraina.
– Trúgvið mær, tað ger stóran mun.
Í gjárkvøldið skipaði Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fyri tiltaki á Hotal Hilton við ukrainska sendiharranum í Keypmannahavn. Á tiltakinum var eisini samrøða við tveir føroyskar hermenn í Ukraina, víkarmenninir Bjarti Grunnveit Olsen og Bjørn Kallsoy.
Heini í Skorini hevði samrøðu við Vydoinyk Mykhailo og spurdi millum annað, um føroysk revsitiltøk ímóti Russlandi gera nakran mun.
##med2##
– Her verður sagt, at vit eru so smá, vit gera ongan mun. Vit revsa bara okkum sjálvi við at seta tiltøk í verk Russlandi. Vit gera bara okkum sjálvi fátækari.
– Hvat heldur tú um hesi sjónarmið, skilir tú tey, og eru tey røtt?
– Hevur tað nakran týdning, hvat vit gera, spurdi Heini í Skorini ukrainska sendiharran, Vydoinyk Mykhailo.
– Eg havi sagt tað áður. Hví er tað, at vit vilja hava heimsins lond at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi. Tað er tí, at eitt kríggj er sera dýrt. Tað kostar nógvar pengar. Og sjálvt Russland klárar ikki at føra kríggj uttan pengar. Og tað er tí, at vit hava heitt á ES og Evropa um at taka feløg teirra úr Russlandi.
– Steðgið við at handla við russar. Keypið ikki vørur frá teimum. Latið teir ikki handla við tykkum. Tí gera tit tað, so hjálpa tit eisini við til at fáa sigurin nærri. Tað er orsøkin til, at vit siga við tykkum: Hugsið tykkum tvær reisur um, áðrenn tit handla við Russland, segði Vydoinyk Mykhailo.
– Eg kenni tíverri ikki søgu tykkara. So eg veit ikki, um abbar tykkara handlaðu við Nazi-Týskland undir seinna heimsbardaga. Tað veit eg ikki, tað kunnu tit kanska siga mær, um tit handalðu við Nazi-Týskland, um tit seldu teimum fisk, um tit undirskrivaðu avtalur við Hitler.
– Eg síggi ongan mun. Hetta er tann nýggja fasisman. Hetta er tað nýggja fasistastýrið.
– Ja, vit líða øll. Feløg tykkara líða, og onnur feløg, sum eru farin úr Russlandi, hava mist nógvar pengar. Men tey hava ikki minst andlit. Og tey hava moral og virði, sum vit øll stríðast fyri – fyri at kunna liva í einum tryggum heimi.
– Um onkur fremur ágang ímóti barni tínum, so veitst tú, at viðkomandi skal revsast. Um onkur stjelur frá tær, ella neyðtekur konu tína ella systir tína, so veitst tú, at viðkomandi skal í fongsul og revsast.
– Um tú fylgir hesum reglum, so er valið púra greitt.
– Men um tú heldur, at tú kanst handla við russarar við aðrari hondini og hugsar, at vit hava onga ávirkan, ja so er tað tykkara væl. Eg fái einki gjørt við tað. Eg havi ongan myndugleika at siga, at tit ikki skulu gera tað. Men eg sigi tað kortini:
– Latið vera við at handla við Russland!
– Men tað er upp til tykkara og tykkara stjórn.
– Fyri okkum ukrainar, so er tað soleiðis, vit síggja heimin. Vit vilja steðga hesum kríggi skjótast gjørtligt. Trúgvið mær. Vit eru tann tjóðin í heiminum, sum veit tað best, tí hvønn dag missa vit nógv fleiri av okkara bestu fólkum. Men vit vilja ikki bara hava frið, vit vilja hava rættvísi.
– Vit vilja vinna hetta kríggið og revsa áleyparan. Um tit kunnu hjálpa, vinarliga hjálpið!
Síðani segði Vydoinyk Mykhailo, at hann vegna land sítt er sera takkasamur fyri, at Føroyar hava tikið so væl ímóti ukrainsum flóttafólkum.
– Takk fyri tað, tit hava veruliga hjálpt við at bjóða teimum størv, skúla, dagrøkt, heilsutænastu, sálarfrøðihjálp. Eg hitti tey í dag, og tey eru eisini sera takksom. Eg hoyrdi bara positivt um tykkum frá teimum, segði Vydoinyk Mykhailo.
– Bara tað at børn teirra ekkaleys kunnu fara í skúla ella í barnagarð, og ikki óttast fyri, at ein rakett kann koma og bumba nær sum helst. Í Ukraina mugu mammurnar geva børnum eina eyka tasku við mati og vatni við, tí tey vita ikki, um ella nær børnini koma heimaftur, tí kanska hevur ein bumba rakt, og tey verða noydd at krógva seg í bumbyskýlum, um tey eru so heppin.
– Soleiðis hava vit tað nú. Og tað er hesum, vit vilja steðga.
– Og um tit kunnu hjálpa, bara við einum lítlum íkasti, trúgvið mær, tað ger mun hjá okkum, segði Vydoinyk Mykhailo, sum er ukrainsku sendiharri í Keypmannahavn.