Glað børn syngja á ovastevnu

Eitt nýtt og spennandi tiltak verður á ovastevnu í Nólsoy leygardagin, har Jensina Olsen fer at syngja saman við børnum.

Eitt nýtt og spennandi tiltak verður á ovastevnu í Nólsoy leygardagin. Hetta er eitt tiltak, har Jensina Olsen fer at hava sangløtu fyri børnum – nátturðasang.

 

Tiltakið verður á bryggjuni leygarkvøldið klokkan 18.30, og saman við Jensinu Olsen og børnunum, fer nólsoyingurin, Kim Hansen, at spæla undir.

 

Sjálv sigur Jensina Olsen soleiðis um tiltakið:

 

- Vit vaksnu síggja tað sum eina sjálvfylgju at standa og syngja saman, eitt nú á ólavsøku. Eg havi leingi gingið við hugskotinum og ynskinum um, at børn eisini kundu fáa sína løtu til stevnur, festivalar og annað, har tey sleppa at merkja kensluna av at syngja saman - og ikki skrála, sum hon tekur til.

 

Jensina Olsen vísir á, at tað hevur hepnast henni at fáa hetta í lag í høvuðsstaðnum, men tá fyrireikararnir fyri ovastevnuni settu hana um at "undirhalda", svaraði hon púra erligt:

 

- Vælsignaði verið tykkum, komið og gerið okkurt annað enn undirhald! Komið vit og gerið okkurt saman, har øll eru við. Og soleiðis kom "Nátturðasangur fyri børnum" í lag, sigur hon.

 

Jensina Olsen heldur tað vera frískt og herligt, at børn fara at syngja saman, og hon sigur seg vóna at síggja nógv glað andlit við opnum munni á ovastevnu.