– Gleðiligt at sleppa í gongd aftur

Tað er gleðiligt at Bústaðir skulu fáa loyvi at lána 400 milliónir krónur aftrat.

Tað sigur Andras Róin, stjóri í Bústøðum, í samrøðu við FM1.

 – Vit hava ligið eitt sindur still og hava ikki kunnað sett nakað í gongd tey seinastu tvey árini. Nú gleða vit okkum til at kunna gera nakrar verkætlanir klárar at seta í gongd og so koma víðari við tí stóru uppgávu, sum vit vóru í gongd við, sigur Andras Róin.

Fleiri krøv verða tó sett Bústøðum, millum annað at 200 milliónir skulu brúkast til bygging av almannagagnligum bústøðum, og 100 milliónir skulu brúkast til bústaðir kring landið. Harumframt verður krav, at skulu Bústaðir byggja í Havn, so skal hetta gerast á kappingargrundarlagi, og avkastið skal sostatt vera størri.

Andras Róin ger eisini greitt, at Bústaðir hava onkrar viðmerkingar, tá uppskotið kemur til hoyringar, men yvirhøvur fylgja Bústaðir fleiri av krøvunum frammanundan.

–  Hinvegin hava vit longu nú í stóran mun bygt kring landið og vit hava eisini gjørt fleiri vardar íbúðir og havt eitt tætt samstarv við almannamálaráðið og almannaverkið. Tað er ikki so nógv nýtt í tí. Tað er meira tað, at javnvágina skulu vit vera við til at tryggja millum vanligar íbúðir og íbúðir til fólk við serligum tørvi.

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðuna við Andras Róin