Gleðir føroysk barnahjørtu

Fyrst kom Ding Dang Pappsang og nú eisini fløgan ”Barnahjartafløga”

Jensina Olsen er á bananum aftur. Hon hevur longu fleiri framleiðslur í viðførinum, sjónvarpsframleiðslunan ”Ding Dang Papsang”, vaksnafløgan ”Eitt sindur av tí bláa” og nú eisini tónleikafløguna ”Barnahjartafløga" við 13 litføgrum sangum. Perfektir at koyra drønfrá og syngja og dansa til.

- Eg havi leingi hugsað um at geva eina barnafløgu út. Tá Kristian Black frá Tutl segði, at markanaðurin manglar eina góða barnafløgu, var bara eitt at gera, fortelur Jensina, sum enn ferðast runt við løgunum frá fyrru fløguni. Men í heyst ætlar hon at fara út at spæla løg av nýggju fløguni fyri børnum.

Jensina hevur sjálv staðið fyri næstan øllum arbeiðinum handan útgávuni, so sum húsa, løgum og tekstum. Tó eigur pápi hennara, Knút Olsen, eitt av løgunum.

Men ongin útgáva uttan góð fólk. Her hevur serliga Janus Kampmann verið ein hollur stuðul. Harumframt hevur hon góðar tónleikarar afturat sær sum Arhold Ludvig, Pætur við Keldu og Hans Petur í Brekkunum.

Eitt lag, sum longu nú liggur á playlistunum, er bamsulagið um bamsuna, sum hon er so góð við.

- Eg haldi sjálv, at bamsulagið er ordiliga skeg. Tað er nokkso Hawai-aktigt og minnir um kvøðuljómar við steelgittara og klicheum fyri allar pengarnar, sigur Jensina Olsen, sum eisini hevur úttalað, at ”Hettar er tann feitasta, skemtiligasta og hugnaligasta barnafløgan, eg nakrantíð havi hoyrt”.

So tað lata vit upp til tygara at meta um ?