- Gleði meg at byrja

Tað sigur ein fegin Jóhanna á Bergi, sum tekur við stjórastarvi hjá Atlantsflogi 1. september.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við nýggja stjóran í Atlantsflogi, Jóhonnu á Bergi.

 

- Eg gleði meg at seta hol á avbjóðingarnar í nýggja starvinum, sigur ein fegin Jóhanna á Bergi í Rás2 tíðindunum á middegi.

 

Hon hevur starvast innan flutningsvinnuna sjóvegis, og nú skal hon starvast innan flogflutningsvinnuna, sum nýggjur stjóri í Atlantsflogi.

 

Les eisini: Jóhanna á Bergi nýggjur stjóri hjá Atlantsflogi

 

- Eg havi verið knýtt at Faroe Ship í níggju ár, sum eg havi verið ógvuliga fegin um og kann heilt vist brúka nakrar av teimum royndunum í nýggja starvinum. Tó vil eg ikki gera nakrar samanberingar millum størvini - hetta er ein nýggj avbjóðing, sigur hon.

 

Starvsfólkini hjá Atlantsflogi fingu høvi at heilsa upp á nýggja stjóran fyrrapartin klokkan 11, samstundis sum skriv varð sent føroysku fjølmiðlunum.

 

Jóhanna á Bergi, sum í løtuni er stjóri á Faroe Ship, tekur við starvinum í seinasta lagi 1. september, og var hon tann av teimum tilsamans 45 umsøkjarunum, ið nevndin helt vera best skikkaða til starvið.