Gleði meg meira til fólkini enn tónleikin

Ein av teimum, sum hevur leitað sær á G! í ár, er Arina Brandsdóttir Nólsoy av Argjum. Vit hittu hana á teltøkinum í gjárkvøldið.

Arina Brandsdóttir Nólsoy, til høgru, saman við vinkonuni Astrið á teltøkinum í gjárkvøldið

Hevur tú verið á G! fyrr?

 

- Ja, hetta er faktiskt mítt triðja ár á G!

 

 

 

Hvat fekk teg at koma á G! í ár?

 

- Fyri meg er tað at fara á G! blivið ein sjálvfylgja. Eg elski stemningin, bæði til konsertinar og á teltøkinum.

 

 

 

Hvussu heldur tú at G! skilur seg burtur frá øðrum festivalum?

 

- Á G! fyllir teltøkið sera nógv, í mun til aðrar festivalar. Skráin fyllir generelt nógv minni, í meðan fólkini fylla meira. Á G! gleði eg meg mest til fólkini, heldur enn tónleikin.

 

 

 

Hvussu kundi tú lýst stemningin her við einum orði?

 

- Stemningurin á G! er altíð góður, og um eg hevði skulað lýst hann við einum orðið, hevði eg brúkt orði “Lívligt”. Fólk eru altíð glað og við uppá tað. G! er veruliga ein festivalur sum kann samla nógv ymisk fólk.

 

 

 

Hvat heldur tú um G! skránna í ár, í mun til hini árini?

 

- Um eg sjálv skal siga tað, so haldi eg at skráin í ár kundi verið munandi betri. Hini árini hava tað verið stór føroysk nøvn, sum t.d Swangah, RSP og Byrta, ið hava samlað øll á sandinum, og tað haldi eg manglar í ár.

 

Arina Brandsdóttir Nólsoy, til høgru, saman við vinkonuni Astrið á teltøkinum í gjárkvøldið