- Gleði meg serliga til Grundina

Uttanfyri Fjósið á G! stendur Katrin Mortensen, ið trúfast hevur vitjað festivalin síðstu árini. Í ár er hon á festivalinum sum gestur og starvsfólk.

Fyrstu tiltøkini á G! Festivalinum eru nú byrjaði, og uttanfyri Fjósið, har barnasjónleikurin Óðins Eyga verður leiktur, stendur unga havnarkvinnan Katrin Mortensen.


Í løtuni er hennara uppgáva at standa á varðhaldi meðan sjónleikurin er, og hjálpa teimum, ið koma ov seint, at finna pláss. Annars er hon sum hinir gestirnir komin til Gøtu at njóta festivalin.


- Eg eri ein trúfastur G! gestur. Í ár hjálpi eg Sóley Samuelsen, ið framførir leikin Óðins Eyga, við ymiskum praktiskum, men seinni havi eg frí at njóta festivalin. Sjálv heildarupplivingin á G! er nakað serligt, men eg gleði meg serliga til Grundina, og annars bara at ganga runt og njóta festivalin og ballast.