Í sofunum millum pallirnar báðar, sita Benjamin og Sascha og hvíl sær beinini. Í besta country-stíli eru bæði ílatin cowboy-hatt.
Tey eru úr Miðvági og gleða seg mest til Hallur Joensen í kvøld. Hann er altíð góður. “Eg kenni teir ikki,” svarar Sascha, tá eg spyrji, um hon ikki gleðir seg til okkurt av útlendsku nøvnunum. “Tað hevði verið stuttligt, um teir fingu eitt ordiliga stórt navn næsta ár,” sigur Benjamin. “Ja, sum Bellamy Brothers,” sigur Sascha.
Tey hava verið á festivali hvørt ár og gleðast um, at tað er so nær við. “Tað er so lætt at fara á festival, tá hann liggur á oynni.” Og ja, tey fara allarhelst aftur á festival næsta ár.