Undan hesum kappingarárinum setti felagsliðið í Suðuroy, TB/FCS/Royn, svenska Glenn Ståhl í starv sum høvuðsvenjara, har hann í ár hevur fingið væl burturúr einum stundum ógvuliga skerdum leikarahópi.
Glenn Ståhl hevur tikið eina avgerð um framtíðina, men hann sigur við in.fo í kvøld, at hann ikki enn vil avdúka, um hann heldur fram í TB/FCS/Royn ella ikki.
- Tað fáa tit at vita tá ið vikuskiftið er farið framvið, sigur hann.
TB/FCS/Royn er í løtuni á 7. plássi í Betrideildini. Tað eru níggju stig niður til næstaftasta lið, 07 Vestur, og 10 stig niður til aftasta liðið, AB. Næsti dystur verður sunnudagin á heimavølli ímóti Skála.
47 ára gamli Glenn Ståhl, sum sjálvur spældi yvir 100 dystir við norska HamKam undir leiðslu av Ståle Solbakken, hevur verið venjari hjá eitt nú heimlandsfeløgunum Husqvarna FF, IFK Värnamo og Ljungskile SK.