Í nátt verða vit endaliga mint á, at vit eru á veg inn í veturin, tí í nátt skal klokkan flytast ein tíma aftur, so vit siga summartíðini farvæl og fara inn í vetrartíðina.
Hjá okkum verður klokkan flutt ein tíma aftur, tá hon í nátt er tvey, so hon verður eitt. Tað vil siga, at tá vit skifta frá summartíð til vetrartíð, vinna vit ein tíma, sum vit tó geva frá okkum aftur, tá vit aftur skifta til summartíð.
Skiftið frá summartíð til vetrartíð fer fram seinastu sunnunáttina í oktober, sum altso er nú í nátt, og seinastu sunnunáttina í mars flyta vit klokkuna hinvegin, frá klokkan eitt til tvey, so vit tá aftur missa henda eina tíman, vit fáa nú.
Vetrartíðin er í veruleikanum vanliga tíðin, so tá er alt aftur, sum tað plagdi at vera, til vit í Føroyum í fýrsunum fóru yvir til summartíð, so vit skuldu fáa gagnnýtt dagsljósið betri, tí tað verður seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið.