Trygdartænastan hjá norsku løgregluni skal hava nýggjan stjóra. Tað gjørdist greitt í gjár, tá Janne Kristiansen kunnaði løgmálaráðharran um, at hon hevði gjørt av at siga seg úr starvinum, og at hon gevst alt fyri eitt.
Orsøkin er, at Janne Kristiansen gloymdi sína tagnarskyldu, tá hon var í einari hoyring í Stórtinginum í gjár um yvirgangsatsóknirnar tann 22. juli í fjør. Undir hoyringini upplýsti hon, at trygdartænastan hjá norsku løgregluni hevur agentar í Pakistan, og at hon samskiftir við ein mann í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad. Harafturat upplýsti Janne Kristiansen undir hoyringini, at fregnartænastan hjá norsku verjuni er umboðað í Pakistan.
Hesar upplýsingar eru loyniligar, og tí breyt PST-stjórin sína tagnarskyldu, og aftaná tók hon avleiðingarnar og segði starvið frá sær.
Grete Faremo, løgmálaráðharri, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið. Hon sigur stutt, at hon hevur góðtikið umsóknina frá Janne Kristiansen um at verða loyst úr starvinum.