? Sjálvandi skulu vit hjálpa teimum neyðstøddu í Asia, men vit mugu ikki gloyma tey, sum eru beint uttanfyri okkara dyr og hava brúk fyri hjálp.
Tað sigur Svenning av Lofti, evangelistur, sum áður hevur gjørt vart við seg, tá ið tað ræður um hjálp til fólk burturi og heima.
Hann og konan mótmæltu í fjør í løgtinginum, tá ið føroyska neyðhjálpin til lond í útheimi skuldi hækkast, samstundis sum fólk í Føroyum ikki fingu ta hjálp, tey høvdu fyri neyðini.
? Eg eri ikki ímóti neyðhjálp, tað havi eg altíð lagt dent á. Eg havi eisini verið við at hjálpt fólki úti í heimi, uttan at eg havi rópt upp um tað.
? Men eg vil minna á, at okkara fremsta ábyrgd er at hjálpa okkara nærmastu, og tað er framvegis ein tørvur á hjálp í Føroyum. Tí sigi eg, Harrin vælsigni øll, sum lata neyðhjálp til Asia, men tað er umráðandi, at vit í okkara íðinskapi og gávumildni ikki gloyma tey í Føroyum, sum hava stóran tørv á hjálp, sigur Svenning av Lofti.
Gott at vit hjálpa
Í hesum døgum er ein umfatandi innsavning til føroyska neyðhjálp at senda til Asia, har fleiri lond og nógv túsund fólk vóru rakt av avleiðingunum av eini flóðaldu á nýggjárinum.
Eisini tað almenna stuðlar hesari neyðhjálp og hevur gjørt av at lata fýra milliónir krónur til innsavningina. Harafturat hava privatfólk, fyritøkur og feløg eisini latið fleiri hundrað túsund krónur.
? Tað er í fínasta lagi, at vit hjálpa, og tað almenna skal eisini verða við. Føroyingar hava altíð verið eitt hjálpsamt fólk, og tað er gott, at okkara samhaldsfastni og hjálpsemi eisini røkkur langt út í heim, sigur Svenning av Lofti.
Heimleys og sálarsjúk
? Men samstundis sum vit hjálpa fólki í øðrum londum, eiga vit eisini at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp í okkara samfelag. Vit hava heimleys gangandi á gøtuni í høvuðsstaðnum, og eg havi áður gjørt vart við, at tey sálarsjúku í Føroyum fáa ikki nakran hóskandi bústað.
? Hetta eru fult og heilt almennar skyldur, og tað er framvegis ein stórur tørvur á hjálp. Tað var hetta, sum eg og konan vildu vekja ans fyri í løgtinginum í fjør, og vóni, at fólk ikki fara at gloyma tey, sum hava brúk fyri hjálp herheima, sigur Svenning av Lofti.
Lata í tí stilla
Tað hevur seinastu vikuna verið nógv frammi um, hvussu og hvat føroyingar hjálpa við. Fyritøkur og feløg lýsa við, at tey geva eina hjálpandi hond, og hugskotini eru mong.
? Eg eri uppvaksin við og komi úr einum umhvørvi, har tað verður hjálpt og stuðla í tí stilli, og tað er eisini tað, sum mær dámar best.
? Eg fari tó ikki at fordøma onnur, sum vilja gera tað á ein annan hátt og boða frá tí í fjølmiðlunum og aðrastaðni. Tað er ikki mín máti, men eg ivist ikki í, at tey eisini gera tað av hjarta, sigur Svenning av Lofti.