Í september í ár verður søluframsýningin Gluggaglæma við livandi verkstøðum aftur í Müllers pakkhúsi, har øll áhugað kunnu luttaka.
Talan er um eina framsýning, sum verður í átta dagar við skiftandi framsýnarum. Fyrireikararnir, Jónhild Johannesen og Randi Vang, siga, at miðað verður eftir at skapa eina framsýning, ið fevnir um tað gamla siðbundna eins og tað nýggjasta innan føroyskt snið, handverk og handverkslist.
Gluggaglæma er tó ikki bara livandi verkstøð einaferð um árið. Hendan søluframsýningin finst eisini sum tann einasta í Føroyum á internetinum. Á www.craft.fo finst ein spennandi heimasíða, sum er eitt gallerí, sum eisini er eitt sølutorg fyri handverk og sniðgeving á internetinum. Gallaríið er óheft av sjálvari søluframsýningini og bjóðar pláss fyri øllum hand- og listhandverksfólkum, ið ynskja at gera sítt handverk sjónligt fyri almenninginum við sølu fyri eygað.
Nýhugsan
Áhugin fyri luttøku í sjalskappingini tykist at vera stórur, og eru fyrireikararnir sera spentar at síggja úrslitini. Øll sjalini verða nevniliga at síggja á dagligu mótasýningunum allar dagarnar, meðan søluframsýningin er opin.
Endamálið er at eggja til nýskapan við íblástri úr gomlum, føroyskum sniðum. Treytirnar eru, at sjalið er gjørt úr føroyskum tilfari og vaksnamannastødd.
Tríggir dómarar koma at kjósa tað besta uppskotið, og verður dømt út frá nýskapan við íblástri úr gomlum føroyskum sniðum, nýtsluháttin av føroyska tilfarinum, hegni og handverksdygd. Tríggjar virðislønir verða latnar, og verða vinnararnir avdúkaðir á tí seinasta degnum í søluframsýningini í Müllers pakkhúsi.
Seinasta freist at lata sjal inn til Randi er tann 15. august.
Tvey stig
Gluggaglæma hevur tvey byggistig, um ein kann kalla tað so. Fyrsta stigið er framt við, at heimasíðan er komin. Á hesi heimasíðuni ber til at síggja privatar lýsarasíður við vørumyndum og persónsupplýsingum. Tað vil siga, at um onkur hevur hug at fáa síni verk meiri sjónlig, so ber tað til umvegis internetið. Alt hetta er ókeypis í eini fyribils royndartíð.
? Kostnaðurin er tó ikki endaliga settur enn, sigur Jónhild.
Annað stigið er ein útbygging av skipanini til tess at rúma vørufrágreiðing, prísir og annað bæði á føroyskum og enskum. Ella eitt slag av privatum heimasíðum undir Gallarí Gluggaglæma.
Jónhild Johannesen og Randi Vang vænta, at tað arbeiðið fer í gongd aftaná royndartíðina seinni í ár.
Hugskotið við Gallerí Gluggaglæma á internetinum er sprottið úr søluframsýningini Gluggaglæmu september 2003. Hendan søluframsýningin er stuðlað av Vinnuframagrunninum.
Seinasta freist at boða frá luttøku til søluframsýningina í Müllers pakkhúsi er tann 1. juli. Tilmeldingarblað fæst á heimasíðuni www.craft.fo. Eru spurningar kunnu teir setast til Randi Vang á tlf 514265 ella umvegis teldupost ransiva@post.olivant.fo