Nú búgva 54.741 fólk í Føroyum

1. februar búðu 54.741 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 327 fólkum, ella 0,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var minni enn í undanfarnu tólv mánaðunum, tá hann var 0,7 prosent.

Hagstovan skrivar, at fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 327 fólkum, sum svara til 0,6 prosent.

 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 147 og eini nettoflyting á 180 fólk. Tá hesi mátini verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1000 fólk, og eitt nettoavlop á 3,3 fólk fyri hvørji 1000 fólk. Bæði burðaravlopið og nettoflytingin vóru minni enn frá 1. februar 2023 til 1. februar 2024. Tá var burðaravlopið á 2,9 og nettoflytingin á 3,7 fyri hvørji 1000 fólk.

 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. februar 2024 og 2025.

 

Í kommununum við fleiri enn 1000 íbúgvum var lutfalsligi fólkavøksturin størstur í Sjóvar og Nes kommunu. Lutfalsliga minkaði fólkatalið mest í Vágs og Sunda kommunu. 

 

Í kommununum við millum 500 og 1000 íbúgvum hevði Kvívíkar kommuna lutfalsliga størsta fólkavøksturin, meðan fólkatalið minkaði lutfalsliga mest í Sands kommunu.

 

Í kommununum við færri enn 500 íbúgvum vaks fólkatalið mest í Skálavíkar og Fugloyar kommunu, har lutfalsligi vøksturin var millum 16 og 19 prosent. 

 

 

Fólkatalið í kommunum og bygdum

 
  
feb 2024 – feb 2025    
 

 

 
februarmunur  
 20242025persónar%
     
Tilsamans54.41454.7413270,6
Fugloyar kommuna4249716,7
- Hattarvík1319646,2
- Kirkja293013,4
Viðareiðis kommuna339328-11-3,2
- Viðareiði339328-11-3,2
Hvannasunds kommuna423422-1-0,2
- Depil5500
- Hvannasund247261145,7
- Múli000-
- Norðdepil170155-15-8,8
- Norðtoftir1100
Klaksvíkar kommuna5.4935.506130,2
- Klaksvík5.1065.122160,3
- Árnafjørður6564-1-1,5
- Norðoyri156152-4-2,6
- Ánirnar494900
- Mikladalur2826-2-7,1
- Trøllanes141400
- Svínoy313100
- Húsar3842410,5
- Syðradalur, Kalsoy6600
Kunoyar kommuna152150-2-1,3
- Haraldssund7167-4-5,6
- Kunoy818322,5
Fuglafjarðar kommuna1.6271.625-2-0,1
- Fuglafjørður1.6151.61500
- Hellurnar1210-2-16,7
Eysturkommuna2.2712.283120,5
- Leirvík1.0371.03810,1
- undir Gøtueiði3633-3-8,3
- Gøtugjógv5352-1-1,9
- Skálafjørður, Eysturkommuna5500
- Norðragøta63864791,4
- Syðrugøta50250861,2
Nes kommuna1.5431.589463
- Nes, Eysturoy376365-11-2,9
- Saltnes168162-6-3,6
- Toftir9991.062636,3
Runavíkar kommuna4.3594.429701,6
- Oyndarfjørður12012000
- Elduvík1513-2-13,3
- Funningsfjørður5056612
- Æðuvík9691-5-5,2
- Glyvrar483476-7-1,4
- Lamba15215310,7
- Rituvík337349123,6
- Runavík57057550,9
- Saltangará1.1671.225585
- Skipanes525311,9
- Søldarfjørður362348-14-3,9
- Lambareiði111219,1
- Skála762778162,1
- Skálafjørður136135-1-0,7
- Funningur4645-1-2,2
Sjóvar kommuna1.2091.266574,7
- Innan Glyvur8680-6-7
- Kolbeinagjógv3026-4-13,3
- Morskranes2420-4-16,7
- Selatrað4443-1-2,3
- Strendur1.0251.097727
Eiðis kommuna796780-16-2
- Eiði713701-12-1,7
- Ljósá3432-2-5,9
- Svínáir4947-2-4,1
Sunda kommuna1.8121.789-23-1,3
- Norðskáli319312-7-2,2
- Oyrarbakki167155-12-7,2
- Oyri17818021,1
- Gjógv2119-2-9,5
- Haldórsvík11411843,5
- Langasandur434412,3
- Tjørnuvík444400
- Saksun111219,1
- Hvalvík266250-16-6
- Nesvík000-
- Streymnes322335134
- Hósvík327320-7-2,1
Tórshavnar kommuna23.18823.3261380,6
- Kollafjørður812807-5-0,6
- Oyrareingir373812,7
- Signabøur151148-3-2
- Argir2.5222.562401,6
- Tórshavn14.05414.129750,5
- Kaldbak243256135,3
- Kaldbaksbotnur7700
- Mjørkadalur000-
- Sund1100
- Hvítanes107104-3-2,8
- Hoyvík4.6604.695350,8
- Norðradalur9900
- Syðradalur, Streymoy8800
- Kirkjubøur8074-6-7,5
- Velbastaður263260-3-1,1
- Hestur151616,7
- Koltur000-
- Nólsoy219212-7-3,2
Kvívíkar kommuna601616152,5
- Kvívík39240192,3
- Leynar117116-1-0,9
- Skælingur131300
- Stykkið3441720,6
- Válur454500
Vestmanna kommuna1.2631.253-10-0,8
- Vestmanna1.2631.253-10-0,8
Vága kommuna2.1942.211170,8
- Sandavágur1.0211.02870,7
- Miðvágur1.1301.140100,9
- Vatnsoyrar434300
Sørvágs kommuna1.2341.245110,9
- Sørvágur1.1421.15190,8
- Bøur6665-1-1,5
- Gásadalur1316323,1
- Mykines131300
Skopunar kommuna47548051,1
- Skopun47548051,1
Sands kommuna529514-15-2,8
- Sandur529514-15-2,8
Skálavíkar kommuna1431702718,9
- Skálavík1431702718,9
Húsavíkar kommuna1021131110,8
- Dalur3339618,2
- Húsavík596458,5
- Skarvanes101000
Skúvoyar kommuna343512,9
- Skúgvoy293013,4
- Stóra Dímun5500
Hvalbiar kommuna63464060,9
- Hvalba56957010,2
- Sandvík657057,7
Tvøroyrar kommuna1.7421.732-10-0,6
- Froðba270259-11-4,1
- Trongisvágur52452840,8
- Tvøroyri867860-7-0,8
- Ørðavík2429520,8
- Ørðavíkslíð5756-1-1,8
Fámjins kommuna7774-3-3,9
- Fámjin7774-3-3,9
Hovs kommuna108107-1-0,9
- Hov108107-1-0,9
Porkeris kommuna32333072,2
- Porkeri32333072,2
Vágs kommuna1.3641.340-24-1,8
- Vágur1.3641.340-24-1,8
Sumbiar kommuna33733920,6
- Lopra757945,3
- Sumba250248-2-0,8
- Víkarbyrgi000-
- Akrar121200
     
 

Viðm.:

 
    
Uppgjørt fyrst í mánaðinum    
Kelda:    
Hagstova Føroya