Góð gulllaksaveiða

2. páskadag landaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fyrstu gulllaksalastirnar í ár.

Nú er gulllaksafiskiskapurin byrjaður aftur, og 2. páskadag landaðu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fyrstu lastirnar í ár. Tað var Landingarmiðstøðin við Toftagjógv, sum landaði skipini.

 

- Partrolararnir, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, hava í nógv ár landað á Toftum í gulllaksavertíðini, og soleiðis er eisini í ár. Gulllaksurin verður koyrdur til Leirvíkar á Tavuna til virkingar.

 

Tað veit heimasíðan hjá Nes kommunu at siga.

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin á hesum fyrsta túrinum hjá skipunum hevur verið stak góður, og nú tey komu inn at landa, høvdu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin fulla last, umleið 275 tons tilsamans.

 

Nes kommuna eigur viðheftu mynd av Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.