Kalt er at sita úti í hesum døgum, serliga um ein situr nakin.
Nakað soleiðis hugsaði átta ára gamli Jóni, tá hann undan jólum gekk framvið Gamla Bókhandli á Vaglinum í Tórshavn. Á einum beinki uttan fyri Kunningarstovuna situr ein av nógv umrøddu standmyndunum úr Íslandi, ið vóru fyri herverki fyrr í ár. Hon sær heldur køld út, heldur Jóni.
Hann bar tí á orð við mammu sína, at tað hevði deiligt hjá standmyndini at fingið eina húgvu. Mamman legðist ikki á boðini, og um jóltíðir tók hon sær stundir at binda standmyndini eina húgvu.
Í gjár fór familjan í býin og lótu standmyndini húgvuna.
Myndirnar vísa Jóna lata standmyndina í húgvu, saman við beiggjanum Tóka sita teir so fittir og verða avmyndaðir av mammuni Marini og pápanum Janusi.