- Fult fokus á føroyska marknaðin sæst aftur í vøkstrinum í innlánum og útlánum, og tað fegnast vit um, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik í tíðindaskrivi í morgun.
Eik Banki hevði eitt gott úrslit í 2014, hóast rentulækkingarnar sóust aftur í inntøkunum hjá bankanum.
Sambært roknskapinum hjá Eik, eru 101 milliónir krónur í avlopi eftir skatt.
Tó væntar bankin, at ársúrslitið áðrenn skatt næsta ár verður eitt avlop millum 50-80 mió. kr.
Súna Schwartz Jacobsen, forstjóri í Eik, sigur, at kundarøkt og effektiviseringar eiga stóran lut í góða roknskapinum, og hann var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.