Góð tíðindi fyri fólk í Dali: Eru nú komin í helvt

Nú nærkast at teir sleppa undan at koyra eftir vegastrekkinum, sum ofta verður kallaður tann vandamiklasti í landinum

Tað er ikki fyri amatørar at koyra hendavegin, men nú er tað skjótt fortíð

Nú er rættilig gongd komin á arbeiðið at gera tunnil til Dals. Arbeiðið byrjaði í fjør, men tá var játtanin so lítil, at tey fingu bara arbeitt ein part av árinum. Men í fjør varð játtanin hækkað so tað hevur borið til at seta ferð á arbeiðið.

 

Tunnilin er 2.200 metrar langur, men hósdagin komu tey í helvt við boringini, tí tá fóru tey um 1.100 metra markið. Landsverk sigur, at eftir ætlan verður síðsta skotið latið av í seinnu helvt næsta ár, ella um eitt lítið ár.

 

Landsverk hevur áður sagt, at tá ið tað er liðugt at bora tunnilin, tekur tað, meiri ella minni, eitt ár at gera hann kláran at taka í brúk, tí tá skal øll tekniska útgerðin leggjast í hann, vegirnir skulu gerast o.s.fr.

 

Í hesum sambandi fer Landsverk at hava borgarafund fyri teimum í Húsavík og í Dali um tunnilin. Fundurin verður hóskvøldið, og har fer Landsverk at greiða frá um tunnilin, bæði linjuføringini, tíðarætlanini, íbindingum, jarðarviðurskiftum og ferðsluviðurskiftum, bæði í tunlinum og í Dali og Húsavík, umframt á Skálavíkarvegnum.

 

Tað er eitt sjakk frá Landsverki, sum ger tunnilin, og í ár verða 18 milliónir brúktar upp á arbeiðið – og tað er tvær ferðir so nógv sum tað hevur verið.

 

Tað er ikki fyri amatørar at koyra hendavegin, men nú er tað skjótt fortíð