Um vikuskiftið er varmakelda í Fuglafirði, og hæddarpunktið er FM-kappróðurin, sum byrjar nú klokkan 15. Fuglafjørður er væl við í kappróðri og hevur ikki færri enn tríggjar bátar mannaðar, har allir standa seg væl í kappingini.
Eins og mong onnur harmast Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu um, at tær áður góðu og gomlu bygdastevnurnar tapa so nógv fyri festivalum og øðrum summartiltøkum, ið eru vorðin so mong í tali.
- Men, eg trúgvi, at tíðin kemur, har fólk í størri mun fara at leita aftur á slóðina, har kappróðurin kemur at verða ein týðandi partur. Tað, sum framvegis savnar fólk til bygdastevnurnar er serliga FM-kappróðurin.
Borgarstjórin heldur, at í staðin fyri at fylla stevnuøkini við hoppiborgum og øðrum slíkum, verða tað í framtíðini onnur tiltøk, sum aftur fara at savna fólk.
- Tað skal ivaleyst meira “kjøt” upp á fyri at fáa fólk at leita aftur til gomlu bygdarstevnurnar, og her kundi eg hugsað mær, at meira varð gjørt við at leita aftur á slóðina, sum hann málber seg.
Sonni á Horni hugsar eitt nú um gamla matmentan og ymisk mentanartiløk og framsýningar, ið kundu verið snikkað til eitt slíkt bygdastevnutiltak.
- Sjálvandi skulu vit eisini hava ymiskt til børnini at stytta sær stundir við, soleiðis at stevnurnar framhaldandi kunnu vera eitt familjutiltak, har børn og vaksin saman kunnu vera saman og fáa nakað burturúr.
Fyri at venda aftur til kappróðurin, vísir borgarstjórin á, at umstøðurnar hjá ÍF Kappróðri í fleiri ár hava verið rættiliga góðar.
- Vit hava eitt stórt og gott kappróðrarneyst, og nú nýggjur FK-handil er bygdur oman yvir neystið, hevur ÍF Kappróður fingið enn betri pláss til sínar aktivitetir.
Hann vísir á, at tað var kommunan, sum bygdi húsið fyri stívliga 10 árum síðan, og síðan fóru fólk, sum stóðu kappróðrinum nær, í holt við at innrætta húsið sjálvi. Her er neyst við plássi til fleiri kappróðrarbátar, og her er venjingarhøli og smiðja umframt neyðugir brúsu-og wc-fasilitetir.
- Tá FK bygdi nýggjan handil, fingu kappróðrarfólk eitt sindur størri pláss, soleiðis at venjingarhøli nú er vorðið størri, og smiðjan er flutt yvir í tað nýggja.
Sonni á Horni sigur, at ÍF Kappróður í ár luttekur við 5-mannafarinum Silju, sum er mannað við gentum og hevur klárað seg væl í FM-kappingini. Menninir manna 6-mannafarið Rádna, og teir hava eisini klárað seg væl og liggja frammarlaga í kappingini.
- At enda hava vit 5-mannafarið Erlu Kongsdóttir við kvinnum, og hesar hava verið púrasta suverenar í FM-róðrinum tey seinnu árini. Tær, sum manna bátin, spenna víða í aldri. Hin yngsta man vera um 18-19 ár, og hin elsta er farin um tey fimmti. Umborð eru eisini móðir og dóttir.
Borgarstjórin sigur, at tá tað hevur gingið best hjá hesum trimum bátunum í FM-róðrunum higartil í ár, hava allar manningarnar ligið innanfyri nummar 1 og 3, og tað heldur hann vera ógvuliga flott.
- Jú, eg haldi, at Fuglafjørður er væl við í kappróðri, og vit gleða okkum at fylgja FM-róðrinum á varmakeldu í dag, sigur Sonni á Horni.