Hevur tú hug at arbeiða við mati ella fáa holla vitan um mat? So kundi tað kanska verið vert hjá tær at søkt inn á eina av útbúgvingunum á Matvørudeildini hjá Tekniska Skúla í Klaksvík.
Matvørudeildin hevur heilar fýra yrkisútbúgvingar, sum geva nógvar møguleikar. Tú kanst læra til kokk, kokkahjálpara, føðsluhjálpara og føðsluatstøðara.
Tak alla kokkaútbúgvingina í Føroyum
Flaggskipið á matvørudeildini er kokkaútbúgvingin. Hon tekur 3 ár og 9 mánaðir, og í ár verður fyrstu ferð, at útbúgvingin verður bjóðað út í verandi líki.
– Vit hava bjóðað kokkaútbúgving síðan 1970’ini, men seinastu árini er hon nógv broytt. Hon plagdi at vera eitt stutt skeið til skipskokkar, men nú er tað ein full kokkaútbúgving, júst eins og útbúgvingarnar í Danmark og aðrastaðni, greiðir Andras S. Jacobsen, leiðari á Matvørudeildini, frá.
– Vit hava akkurát tær somu lærugreinarnar, sum man hevur á kokkaskúlunum í Danmark. Men aftrat tí er føroysk matmentan, og tað er nakað, man ikki lærir uttanlands.
##med2##
##med3##
Fyrimunir við føroysku útbúgvingini
Júst hetta við føroysku matmentanini er tað, sum ger hesa kokkaútbúgvingina heilt serliga – ikki bara serliga, men eisini týdningarmikla.
– Tað er týdningarmikið at fokusera upp á føroyskan mat, soleiðis at vit í Føroyum kunnu varðveita føroysku matmentanina, sigur Andras S. Jacobsen.
– Tá tú skalt arbeiða sum kokkur í Føroyum, er tað sera týdningarmikið, at tú kennir og dugir við føroysku matmentanini. Til dømis at ræsa og so framvegis. Tað lærir tú ikki í Danmark, sigur hann.
Umframt at læra um føroyskan mat eru eisini aðrir fyrimunir.
– Tað liggur ikki fyri hjá øllum at fara til Danmarkar. Tað kann vera, at nøkur privat viðurskifti forða fyri tí, sigur leiðarin og vísir á enn eitt dømi.
– Ein annar fyrimunur er, at føroysku matstovurnar kunnu brúka kokkanæmingar um vikuskiftini. Vit vita, at næmingar hava áhuga í at hava okkurt slag av lestrarstarvi, har teir sleppa at royna seg.
##med4##
##med5##
##med6##
Tríggjar aðrar spennandi útbúgvingar
Umframt kokkaútbúgvingina, ber til at læra til kokkahjálpara, føðsluatstøðing og føðsluhjálpara.
Útbúgvingin til kokkahjálpara tekur 1 ½ ár, og skúlagongdin fer fram á TSK.
– Tað er ein hálv kokkaútbúgving, sum er ætlað til t.d. skipskokkar. Fyri at sigla sum kokkur umborð á fiskiskipum uttan fyri Føroyar, so mást tú hava hesa útbúgvingina. Fyri at sigla sum kokkur umborð á handilsskipum krevst full kokkaútbúgving.
Útbúgvingin til føðsluatstøðing (ernæringsassistent) tekur 3 ár.
– Har mugu næmingarnir taka síðsta partin av útbúgvingini í Danmark. Tað kann tó vera, at vit um nøkur ár fara at bjóða alla útbúgvingina út her eisini, sigur Andras S. Jacobsen.
Útbúgvingin til føðsluhjálpara (ernæringshjælper) tekur 1½ ár, og øll skúlagongdin fer fram á TSK.
– Tað er typiskt til tey, ið arbeiða á sjúkhúsum og í eldrarøktini. Tey læra alt um, hvat fyri mat sjúk fólk, eldri fólk og børn skulu hava.
##med7##
##med8##
##med9##
Stak góðar umstøður
Umstøðurnar á Matvørudeildini á TSK eru sera góðar.
– Køkurin er spildurnýggjur. Og vit fara eisini at gera ein hjall, so vit kunnu arbeiða við føroysku matmentanini. So ja, umstøðurnar eru ordiliga góðar til at menna dugnaligar føroyskar kokkar, sigur Andras S. Jacobsen og leggur dent á, at tað sama er galdandi fyri hinar útbúgvingarnar.
Undirvísararnir eru allir dugnaligir og royndir. Tað eru bæði kokkar, bakarar og føðsluatstøðarar. Haraftrat koma gestaundirvísarar frá vinnuni inn av og á at undirvísa.
– Støðið er sera gott, vissar Andras S. Jacobsen fyri.
Eisini hava næmingarnir almennar lærugreinar sum eitt nú føroyskt og náttúrufak.
##med10##
##med11##
##med12##
Stórur áhugi
24 næmingar byrja vanliga við skúlabyrjan í august. Og áhugin er stórur.
– Seinastu árini hevur tað verið bíðilisti fyri at sleppa inn. So tað er góð undirtøka fyri útbúgvingini, og tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Andras S. Jacobsen.
– Tað gongur tann rætta vegin her hjá okkum. Vit síggja ljóst uppá framtíðina.
Les meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo
Lestrarblaðið kann lesast her: https://www.calameo.com/read/007198570ad00f862ba3f