Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna og

Góði dulnevndi ørvingur

Klandur er ongantíð góður. Klandurin á Tvøroyri kann vera ein av orsøkunum til, at nógvir hvalbingar og sandvíkingar atkvøddu NEI leygardagin.

Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna og

Nógv av okkum á Tvøroyri, sum eisini atkvøddu NEI, gjørdu tað, tí at vit ynskja veruligt samstarv við alla oynna. Ikki meira klandur. Persónliga ynski eg gjøgnumskygni, opinleika, fakligheit og virðing fyri lógum og reglum.

 

Sum ein gløgg hvalbiarkvinna hevur skrivað, so ynski eg eisini: at vit kunnu anda frítt og tora at siga og skriva og dáma og liva uttan at kenna ræðslu og forfylging...uttan alment at verða úrklædd av fólkavaldum umboðum, sum eru vald at verja og menna okkara samfelag.

 

Á Tvøroyri verða vit skírd at vera klandursvætti, men har, sum eg ferðist annars – t.d. í mínum borgarliga starvi og í løgtinginum – er eingin klandur av mær.

 

Tá ið øll klandrast við ein persón, eru tað tá øll, sum eru klandursvætti, ella kann tað hugsast, at tað er eini persónurin, sum er ómøguligur?

 

Í Degi og Viku fríggjakvøldið fyri atkvøðugreiðsluna segði borgarstjórin á Tvøroyri sjálvur, at bygdirnar í oynni eru longri burtur frá hvørjari aðrari nú enn fyri 20 árum síðani. Og hvør er tað, sum hevur sitið við róðrið tey seinastu 20 árini? Í hinum býráðunum og bygdunum í Suðuroynni hevur verið útskifting av borgarstjórum, bygdaráðsformonnum, bý- og bygdaráðslimum, men ein persónur er tann sami øll árini.

 

Eg havi sitið í býráðnum á Tvøroryri í 2 setur. Báðar seturnar er samstarvið í meirilutanum, sum borgarstjórin hevur staðið á odda fyri, slitnað. Sjálv sat eg í minnlutanum og var ikki partur av ósemjunum í meirilutanum.

 

At tulka míni boð sum, at eg bara vil hava vald, er misskilt. Eg ynski samstarv um alla oynna, men tað verður ongantíð veruleiki, so longi borgarstjórin, sum hvørki vil ella megnar at samstarva, stendur á odda. Tískil var mín boðskapur til øll, eg kenni, undan atkvøðugreiðsluni: ”Ja til samanlegging, men KM burtur fyrst.” – okkum øllum at frama.

 

Og hesum standi eg við.

 

 

 

Súsanna Bertholdsen

 

Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna og