Góðkendur hjallur til útoyggjar

Millum verkætlanirnar, sum hava fingið útoyggjastuðul, er ein, har endamálið er at staðfesta, hvussu ein hjallur fær heilsufrøðisliga góðkenning

 

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur eftir tilmæli tikið avgerð um stuðla 12 verkætlanum og tiltøkum eftr lógini um stuðul til útoyggjar.

 

Millum tær umsóknir sum hava fingið játtað stuðul er ein verkætlan, sum skal staðfesta, hvussu ein heilsufrøðiliga góðkendur hjallur eigur at vera. Hvat skal til, fyri at fáa ein brúktan hjall góðkendan av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eftir nýggju matvørulógini. Úrslitið skal brúkast til at dagføra jarðarbrúkið á útoyggj, og sum kunning og dokumentatión á ráðstevnuni “Ræst í oktober 2015”. Tað er Útoyggjafelagið, sum stendur fyri verkætlanini.

 

Ein onnur verkætlan, sum eisini hevur fingið stuðul undanfarin ár, og nú fær stuðul at gera verkætlanina lidna, er at gera eitt Hagreiðingarhús í Hattarvík. Endamálið við Hagreiðingarhúsinum er at menna umstøðurnar á staðnum, soleiðis at tað verður møguleiki fyri at hagreiða framleiddar vørur á garðinum. Tað er Símun Gullaksen, festari, sum stendur fyri verkætlanini. Væntandi ber til at víðka virksemið til at slátra og hagreiða fyri onnur seyðahald í oynni, við víðari sølu fyri eyga. Festarin samstarvar við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, um at fáa eina góðkenning av húsinum, sum sláturhús.

 

Onnur sum fáa stuðul eru m.a.; Verkætlanin “Gist og List í Mykinesi”, Bátasavnið í Svínoy, Útoyggjafelagið til virksemi felagsins, og stuðul at endurreisa niðurdottin torvhús í Svínoy og til at varðveita neyst og bátar í Skúvoy.

 

Játtanin til útoyggjastuðul er í ár 770 tkr., og í ár komu 14 umsóknir inn, skrivar Almannaráðið í tíðindaskrivi.