1. deild menn:
GÍ-B71 7-1 (4-0)
Gøtumenn settu gestirnar av Sandi uppá pláss fyrru 45 minuttirnar í dystinum teirra millum sunnudagin.
GÍ var fleiri klassar betri enn B71, og skoraði fýra góð mál.
Í seinna hálvleiki mist GÍ góða spælið á gólvið, og B71 kom við í dystin, men tá teir høvdu minkað til 4-1, og GÍ síðani kom fyri seg aftur, førdu fleiri persónlig mistøk hjá troyttu B71¹arunum við sær, at GÍ vann stórsigur, 7-1.
GÍ vísti gott fótbóltsspæl í fyrra hálvleiki. Teir fluttu seg sera væl, spældu skjótt og nevyt saman og gjøgnumbrotini, bæði í síðunum og mitt fyri, vóru nógv.
Í útgangstøðuni spældu fýra mans á miðvøllinum, men bæði Magni Jarnskor og Øssur Hansen høvdu frían leiklutir og teir vóru við í nógvum.
Fýra mál
fyrra hálvleik
GÍ kom tíðliga í dystinum á odda 1-0, og málið gjørdi fyrrverandi vongverjin, núverandi toppskjúttin hjá GÍ, Henning Jarnskor.
Magni Jarnskor legði inn fyri úr vinstru, og 11 metrar úr málinum stútaði Henning upp í málhornið.
Løtu seinni økti Magni til 2-0. Leivur Hansen, sum byrjaði fyri fyrstu ferð á 1. deildarliðnum hjá GÍ, breyt ígjøgnum í høgru síðu, legði flatt innfyri málið, og tætt frammanfyri nøsini á B71-málverjanum, fekk Magni fótin á og so var 2-0.
Hóast tvey skjót mál helt GÍ fram við góða innsatsinum og uppfinnsama álopsspælinum. B71¹arnir vóru um ein háls av G͹arunum fyrra hálvleik, og teir høvdu einki at bjóða fram eftir vøllinum.
Rúni Justinussen, sum var við aftur eftir leikbann seinast, gjørdi tað til 3-0, tá hann í suverenum stíli ornaði alt sjálvur. Hann snýtti fleiri B71-verjumenn og málverjan og skoraði so í tóma málið.
Fyri hálvleik gjørdist tað 4-0 til GÍ, eftir at Øssur Hansen skoraði. Rúni legði innfyri úr vinstru, og við aftaru stong stútaði Øssur bóltin í málið.
B71 betri við
Í seinna hálvleiki misti GÍ trygga takið, teir høvdu havt á dystinum, teir tóktust vera sløvir, og tá sandingar samtundis vildu meiri, førdi tað við sær, at dysturin gjørdist javnari.
B71 hevði fleiri góð álop og naskar royndir fyrstu 25 minuttirnar av seinna hálvleiki, og einu ferðina gav tað eisini mál. Rúni í Soylu, sum sandingar høvdu fingið heim úr Danmark til dystin, gjørdist leysur í høgru og lyfti upp um Jens Martin Knudsen.
Tá gjørdist tað 4-1, og tað hevði ikki verið av leið, at B71 fekk okkurt annað málið eisini hesa løtuna.
Men tað kravdi nógvar kreftir hjá B71¹arunum, at spæla upp móti GÍ, og so hvørt sum seinni hálvleikur leið og spælararnir møddust, gjørdust mistøkini fleiri, og tað var fyrst og fremst eftir B71-mistøk, at GÍ seinna hálvleiki skoraði trý mál afturat.
Trý mál afturat
Henning Jarnskor fekk fatur á bóltinum, eftir at tveir B71¹arar skuldu sparka burtur, men hvørgin rakti heilt. Henning tamdi bóltin og skoraði til 5-1. Nakað seinni gjørdi Henning við sínum triðja málið støðuna til 6-1, og fyri leiklok økti Sámal Joensen enn einaferð, eftir at hann fekk bólt frá B71¹ara beint fyri føturnar, og tók av góða tilboðnum.
Hjá B71 manglaði hesaferð Jóan Petur Clementsen, sum hevði leikbann, og Hávardur Johannesen er framvegis skaddur. Rúni í Soylu var tí komin úr Danmark fyri at hjálpa til. B71 stillaði við fýra monnum á miðvøllinum, men tað riggaði ikki væl, at Kristian Nielsen fylgdi Sámali Joensen. G͹arin fekk nógv burtur úr og var betri fyri enn mótstøðumaðurin.
GÍ stillaði við sínum vanliga liði, men hesaferð var pláss fyri Leivur Hansen í byrjanaruppstillingini. Hann kom inn, tá GÍ tapti í Havn, og hesaferð spældi hann allan dystin á høgra vongverja. Serliga í fyrra hálvleiki fekk hann nógv burtur úr.
Gøtumenn dystast við VB um bronsumerkini, meðan B71 nú datt niður á aftasta pláss, eftir sigurin hjá vágamonnum á VB.