Gøtunes verður klárur til ólavsøku

Tróndur í Gøtu, sum er gamli Finnur Fríði, eisini er til ymiskt viðlíkahald hjá Mest, og her skulu eitt nú gearini yvirhálast

Í slakar fimm vikur hevur nótaskipið Gøtunes ligið við Vestaru Bryggju í Havn, har fólk hjá skipasmiðjuni Mest hava arbeitt umborð á skipinum.

 

Sámal Joensen, tekniskur leiðari hjá Varðanum, sigur, at skipið hevur yvirhálað motor, og síðan eru onkrar smávegis umvælingar gjørdar umborð.

 

- Gøtunes verður liðugur til ólavsøku, og tá verður helst farið á makrelveiði, sigur hann.

 

Tekniski leiðari sigur, at Tróndur í Gøtu, sum er gamli Finnur Fríði, eisini er til ymiskt viðlíkahald hjá Mest í løtuni, og her skulu eitt nú gearini yvirhálast. 

 

Tróndur í Gøtu hevur ligið í einar tvær vikur.

 

- Nýggi Finnur Fríði er til fiskiskap eftir makreli norðanfyri, og eg haldi, at her gongur hampiligt, sigur Sámal Joensen hjá Varðanum í Gøtu.