Síðsta vikuskifti vann Jens Guttesen føroyska felagsmeistaraheitið í golf annað árið upp í slag. Hann vann sannførandi frammanfyri veteranarnar, Óskar Eiriksson og Janus Norðberg.
Jens brúkti 171 sløg um at ganga tey 36 holini, meðan Óskar brúkti 180 og Janus 184.
Jens Guttesen er einans 20 ára gamal, sum má sigast at vera sera ungt í føroyskum golfhøpi, og hann venur upp til fýra ferðir um vikuna á golfvøllinum á Glyvursnesi.
Talentið er eyðsæð, og hann hevur eisini sett sær stór mál.
- Eg eri á veg til nakað størri, og eg kenni á mær, at eg kann gerast nógv betri enn eg eri nú, sigur Jens Guttesen, sum hevur ein dreym um at spæla uttanlands og ætlar sær at fara á golfskúla.
Í Vikuskiftissosialinum, sum nú fæst til keyps, er drúgvari grein um Jens Guttesen, har hann eitt nú greiðir frá ungdómsárunum í golf, serligu venjingunum hjá sær og um framtíðarætlanirnar.