Sum skilst, verður nú løgd ætlan fram, hvussu sjúkrabilarnir eiga at verða skiftir út. Nakrir eru við at náa veteranaldri, og eru lítið skikkaðir at koyra neyðsynjarkoyring, ið sum øllum kunnugt, setir stór krøv til bæði bilførarar og materiel.
Enn hevur ongin beinleiðis vanlukka staðist av hesum gomlu sjúkrabilum. Ein aksil og nakrir motarar eru brotnaðir. Men spurningurin er, nær ein t.d. ein aksil brotnar í einum svingi við nógvari ferð, við tí úrsliti at sjúkrabilur fara bóltandi av vegnum. Tí um aksil og motorar brotna av elli - tá er tíðin komin at skifta allar teir gomlu sjúkrabilarnar út. Mær vitandi, farast akfør skjótari í Føroyum enn í mongum grannalondum orsakað av okkara veðurlag. Tí er onki skil í at okkara sjúkrabilar 2-3-4 ferðir so gamlir sum í øðrum londum.
Vit eiga tí at skifta allar okkara gomlu sjúkrabilar út við nýggjar Og síðan at syrgja fyri at hesir verða skiftir út eftir eini skipan, ið ger, at vit alla tíðina hava sjúkrabilar, ið eru at líta á - eisini tá ið neyðsynjarboð eru og skjótt skal koyrast.
Tað kostar og so er at gjalda.
Marjus Dam, løgtingsmaður