Í góð 26 ár hevur hugnaliga kioskin hjá Meinhardi verið ein partur av býarmyndini í Klaksvík, og serliga um summarið hava klaksvíkingar notið gott av tí stóra úrvalinum av ísum, sum kioskin hevur selt. Ikki hevur verið óvanligt at sæð stóra mongd av fólki sitandi uttanfyri kioskina við hvør sínum svalandi ísi, meðan sólin stóð hægst á himli.
Tað eru dóttir og versonur Meinhard Joensen, ið hava rikið kioskina tey seinastu árini, men nú hildu tey so, at tíðin var komin til at lata kioskina aftur.
Summardáin flytir inn ístaðin
Hetta merkir tó ikki, at bygningurin kemur at standa tómur.
Blómuhandilin Summardáin við Karinu Joensen, sum higartil hevur ligið á Gerðagøtu, fer nú at halda til í hølunum, har kioskin fyrr var.
Hetta tí at hølið hjá Summardáini nú skal nýtast til skrivstovuvirksemi og annað hjá P/f Tummas Thomsen.
Frá Summardáini frætta vit, at tey væntandi kunnu lata dyrnar upp í teim nýggju hølunum um miðjan februar. Tey halda hetta verða eitt spennandi høvi til at betra um virksemi teirra, og gleða seg til at sleppa í gongd í teim nýggju hølunum.
Gamal skógvahandil
Hetta við at handlar húsast í bygninginum á Nólsoyar Pálls gøtu er tó ikki nøkur nýggj søga.
Í eitt mannaminni hevði Meinhard Joensen, sáli, skógvahandil í hølunum, og minnast serliga teir eldru norðingarnir væl skógvarnir frá Meinhardi.
Í 1976 skifti hann tó skógvavirkesemi út við eina søtari vinnu, og fara allir norðingar serliga at minnast ísarnir, ið hava gjørt mangan heitan summardagin svalligari.
Hetta er tó søga nú, og mugu klaksvíkingar finna sær eitt nýtt stað at keypa ísar frá komandi summar.