Gongd komin á málið

Málið um serlig skeið fyri at kunna koyra í ES-londunum er við at fáa eina loysn.

Málið um serlig skeið fyri at kunna koyra í ES-londunum er við at fáa eina loysn.

 

Tað er rímiliga stutt síðani, at málið er flutt frá niðurlagda Innlendismálaráðnum til Vinnumálaráðið.

 

- Og nú tykist rættiliga at vera gongd komin á. Eg havi fingið lovað frá Bjartur Dalsgarð á Vinnumálaráðnum, at tað skal ikki ganga long tíð, áðrenn vit kunnu taka hesi skeiðini í Føroyum, sigur Absalon Matras.

 

Hann sigur, at longu í gjár, hósdag, skuldi fundur verða millum Bjartur Dalsgarð og Akstovuna, og í dag skal málið viðgerast í Vinnumálaráðnum.

 

- So nú bíði eg bara í spenningi. Eg stóð annars til at noyðast av við 9.000 krónur fyri hetta skeiðið, tí eg mátti jú ferðast til Danmarkar, og skuldi rinda ferðaseðil. Harumframt skuldi eg rinda 5.000 krónur fyri skeiðið, tí eg komi jú ikki úr Danmark, sigur Absalon Matras.

 

Hann fegnast tó um, at tað nú sær út til at fáast ein loysn á hesum trupulleikanum.

 

- Tú kanst siga, at tað er upp á tíðina, tí nú havi eg stríðst við føroysku myndugleikarnar í trý ár. Um tað so verður ein sakkønur, sum kemur til Føroya at undirvísa okkum, ið mangla hesi skeið, tað er so ein møguleiki. Men týdningarmest er, at nú verður nakað gjørt við trupulleikan, sigur Absalon Matras.

 

 

Absalon Matras hevur nú í trý ár stríðst við føroyskar myndugleikar, og endiliga er líkt til, at nakað hendir.