Nógv hevur verið umrøtt seinastu árini, at kvinnur ikki støðast í Føroyum, og at nógvar teirra ikki koma heimaftur eftir lokna útbúgving í útlondum. Orsakirnar eru óivað ymiskar. Men í Heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur (Vinnumálaráðið 2013) verður víst á, at nógvar ungar kvinnur flyta til størri býir, har tær kunnu fáa útbúgving og áhugaverd størv. Arbeiði, fakligt stig og avbjóðingar viga tungt, tá útisetar velja bústað - og fleiri halda Føroyar vera lítið áhugaverdar, hvat arbeiði, eftirútbúgvingartilboðum og førleikamenning viðvíkur.
Eins og tíðin er farin frá, at kvinnur vilja avmarka seg til hús og heim, er hon eisini farin frá, at fólk bara vilja gera “okkurt”. Fólk útbúgva seg í dag meira enn nakrantíð áður, og størv, sum ikki krevja útbúgving, fækkast í hvørjum. Starvsfólk vilja hava innihald, avbjóðingar og menning í sínum arbeiði. Haraftrat verður nýggj vitan alla tíðina framleidd, og samfelagsbroytingarnar gera tað neyðugt at fylgja við, dagføra sína vitan og førleikar og fáa nýggjar. Hugtakið lívslong læring er langt síðan vorðið eitt natúrligt lið í arbeiðslívinum hjá meginpartinum av arbeiðsfjøldini.
Soleiðis er eisini á heilsurøktaraøkinum, har nógv størsti parturin eru kvinnur. Heilsurøktaraútbúgvingin er ein yrkisútbúgving snikkað til eldraøkið, psykiatri, sjúkrahús, fólk við serligum tørvi osfr. Arbeiðið snýr seg partvíst um einfaldar uppgávur, so sum hjálp úr og í song, persónligt reinføri, máltíðir og toiletvitjan – men eisini nógv annað. Aftanfyri arbeiðið liggur ein breið vitan um sálarsjúkur, kroniskar og lívsstílssjúkur, aldurdóm, heilivág, endurmenning osfr. Tú skalt kenna ymisk sløg av demensi, og hvussu hesi fólkini skulu viðfarast. Tú skalt duga at síggja tekin uppá sjúkur og annað og vita, hvussu tú skalt reagera, og um lækni skal tilkallast. Og tú skalt duga at stuðla og aktivera og arbeiða sjúkufyribyrgjandi o.m.a.
Gongdin er, at fólk liva longur og longur, og tey liva eisini longur við sjúkum og veikleikum. Áhaldandi gransking førir støðugt til nýggja vitan, viðgerðir, heilivág og hjálpartól. Tað merkir, at fleiri liva sítt lív bundin av heilivági og hjálpartólum so sum koyristólum, rollatorum, respiratorum. Hetta merkir samstundis, at heilsustarvsfólkini fáa meira og meira at seta seg inn í.
Men heilsurøktarar fáa ikki í nóg stóran mun ágóðan av hesi vitan. Ein trivnaðarkanning, sum Heilsurøktarafelagið gjørdi av limum sínum í desember 2013, vísti, at ein stórur partur av heilsurøktarum saknar menningarmøguleikar og at sleppa at brúka sínar fakligu førleikar. Bara 38% hava møguleika fyri eftirútbúgving, skeiðum o.t., sum arbeiðsplássið rindar fyri, og 46% sleppa ikki í nóg stóran mun at brúka sínar fakligu førleikar. Í Føroyum starvast uml. tveir triðingar av heilsurøktarunum á eldraøkinum. Og av teimum hava bara 24% góðar møguleikar at menna seg á arbeiðsplássinum – men heili 63% siga, at tað hevur stóran týdning at sleppa á skeið ella víðariútbúgva seg.
Heilsurøktarar fáa ikki uppstigað sína vitan og fáa ov lítlan íblástur í dagliga arbeiðinum. Eingi skipað skeið ella eftirútbúgvingar fyri heilsurøktarar og –hjálparar eru í Føroyum. Einastu formligu menningartilboð eftir lokna útbúgving eru stutt dagsskeið, sum Heilsurøktarafelagið skipar fyri, og onnur skeið fyriskipað av arbeiðsplássunum. Her er langt til lívslanga læring, og tað rakar bæði heilsurøktararnar og tey, sum heilsurøktararnir røkta. Nógvir eru teir heilsurøktarar, ið spentir og fullir av vón eftir lokna útbúgving verða vónsviknir, tí teir sleppa ikki at brúka sína vitan og førleikar. Eftir stutta tíð kenna teir seg frystar fastar í starvinum. Nógv dømi eru um heilsurøktarar, sum koma til Føroya eftir at hava starvast uttanlands í nøkur ár, og kenna seg verða settar áratíggjur aftur í tíðina, tí avbjóðingarnar eru á so lágum stigi í mun til í grannalondunum, og haraftrat eru menningartilboðini ov fá.
Henda gongdin kann gerast eitt tvíeggjað svørð, um vit um nøkur ár standa við enn fleiri røktarkrevjandi borgarum og enn færri heilsurøktarum. Miðalaldurin á heilsurøktarum er 53 ár (2013), og heilsurøktarar, ið taka prógv á Heilsuskúla Føroya, eru í miðal oman fyri 35 ár.
Neyðugt er bæði at brúka fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarum til fulnar og at betra um menningarmøguleikarnar. Hetta kann gerast við at virða teirra fakliga stig og geva teimum samsvarandi uppgávur, og við seta í verk skipaða eftirútbúgving. Vit hava brúk fyri dugnaligum heilsustarvsfólki, sum brenna fyri sínum faki, eru errin av sínum arbeiði og sleppa at menna seg í gerandisdegnum. Tey brenna út, um tey ikki fáa hóskandi avbjóðingar og ikki verða væl røktað við góðum menningarmøguleikum. Tí hvør meining er í at útbúgva seg, um ein ikki sleppur at brúka sínar førleikar til fulnar? Og hvør meining er í at granska á eldraøkinum osfr., um úrslitini ikki verða umsett til praktiska handling?